Útboð av vælveru- og heilsutilboðum í Tórshavnar kommunu

Hevur tú hug at bjóða fram almennan sauna ella líknandi í Tórshavnar kommunu? Nú ber til at søkja um loyvi at bjóða fram almenn vælveru- og heilsutilboð, so sum sauna- ella hitapottavirksemi á útvaldum økjum í Tórshavnar kommunu.
Umsøkjarin leigar sostatt eitt øki frá Tórshavnar kommunu at skipa sítt vinnuliga virksemi á. Tað ber til at søkjast um virksemi á trimum staðsetingum: Í Álakeri í Havn, við Sjógv í Kollafirði og við Malarenda í Nólsoy. Túr sært økini uppteknað í verkætlanarlýsingini og útbjóðingarskrivinum her:
- Verkætlanarlýsing - Útboð av vælveruvirksemi í Tórshavnar kommunu
- Útbjóðingarskriv - Vælveru- og heilsutilboð í Tórshavnar Kommunu
Verkætlanin hjá umsøkjaranum skal skipast sum eitt alment fólkaheilsufremjandi tilboð, almenninginum at gagni, har karmarnir bæði kunnu skipast á landi og á flótipalli á sjónum. Umsøkjarin ber sjálvur allan kostnaðin av síni verkætlan og hevur samstundis fulla ábyrgd av virksemi sínum.
Freistin at søkja er 1. august klokkan 12.
Soleiðis letur tú umsóknina inn
Tú søkir umvegis Útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu. Tú skalt lata inn:
- Yvirskipaða frágreiðing, sum lýsir ætlaða virksemið á tí staðnum, tú søkir um at leiga
- Tekningar av ætlaða virkseminum ella av tí, sum skal byggjast ella setast upp, við øllum neyðugum trygdaratlitum
- Frágreiðing um, hvussu virksemið skal rekast, viðlíkahaldast og umsitast dagliga umframt fíggjarætlan fyri virksemið: Ætlan fyri bókingarskipan, atgongugjald, limaskipan og upplatingartíðir
- Upplýsingar um v-tal og prógv um nøktandi fíggjarligt grundarlag fyri tí, sum tú søkir um
Til ber at skráseta seg sum umsøkjari/fyritøka á Útboðsportalinum. Á portalinum ber eisini til at seta kommununi spurningar í sambandi við umsóknina.
Freistin at seta spurningar er 10. juli 2025 klokkan 16.
Soleiðis velja vit best skikkaðu umsøkjararnar
Kommunan tilskilar sær rætt at velja best hóskandi verkætlanina millum innkomnu uppskotini. Tá ið vit meta um innkomnu umsóknirnar, hyggja vit millum annað at, í hvønn mun verkætlanin er nøktandi í mun til:
- Trygd: Er tilboðið trygt og atkomiligt fyri flest allar brúkarar?
(Verður vektað 20% í metingini) - kostnaðarstøði: Er tilboðið alment gagnlig, og er tað bíligt at fáa atgongd til?
(Verður vektað 20% í metingini) - Byggilistarligt virði: Er loysnin arkitektoniskt snøgg, og tekur hon seg væl út og hóskar til staðsetingina?(Verður vektað 30% í metingini)
- Tøki: Er tilboðið javnan tøkt/opið?
(Verður vektað 20% í metingini) - Burðardygd: Er dentur lagdur á burðardygd í tilfari og orkuloysn? (Verður vektað 10% í metingini)
Tórshavnar kommuna tilskilar sær eisini rættin til at havna øllum innkomnum umsóknum, meta vit tær ikki nøktandi.
Umsøkjarar fáa svar 15. august 2025.
Sáttmálaviðurskifti
Eftir at vinnarin er funnin, verður leigusáttmáli gjørdur við vinnandi umsøkjaran fram til 1. januar 2029 við møguleika fyri at leingja sáttmálan.
Áðrenn avtalan er endaligt galdandi, skal umsøkjarin tó fáa til høldar øll neyðug loyvi frá viðkomandi myndugleikum, til dømis frá Byggimálsdeildini í Tórshavnar kommunu, Sjóvinnustýrinum (um talan er um flótandi bygging), Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og møguliga frá friðingarmyndugleikum.
Økisleigukostnaðurin fyri eitt øki á sjónum til til dømis flótipall er fyribils settur til
kr. 5.000 árliga (u.mvg).
Økisleigukostnaðurin til leiguøki á landi við sjóvarmálan er fyribils settur til kr. 42 pr. m² árliga.
Leigukostnaðurin verður møguliga tillagaður í endaliga leigusáttmálanum.
Avtalur um íbindingar í kommunala leiðingarkervið verða gjørdar eftir tørvi.
Nærri kunning
Meira nágreinilig kunning um verkætlanina kann lesast í skjalinum »Verkætlanarlýsing og leistur - Útboð av vælveruvirksemi í Tórshavnar kommunu«, sum tú sært her:
Verkætlanarlýsing - Útboð av vælveruvirksemi í Tórshavnar kommunu
Verkætlanin hjá Tórshavnar kommunu at bjóða fram almenn vælveru- og heilsutilboð, so sum sauna- og hitapottavirksemi á útvaldum økjum í Tórshavnar kommunu, er ein liður í eini yvirskipaðari ætlan um at bjóða fleiri økir fram í kommununi til líknandi endamál.
Kunnað verður meira um hetta seinni á torshavn.fo.