Tíðindi - 18. mai 2022
Útboðið fyri grundøkið við Villingadalsvegin longt

Tórshavnar kommuna lýsti 3. mai 2022 matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til lutaíbúðarbygging.
Freistirnar í útboðnum eru nú longdar soleiðis:
- 30. mai 2022: seinasta freist at seta spurningar til ætlanina og útboðið
- 3. juni 2022: kommunan svarar innkomnum spurningum
- 3. oktober 2022 kl. 12: seinasta freist at lata inn skrivlig tilboð
- 27. oktober 2022: avgerð verður tikin um innkomin tilboð á býráðsfundi
Skrivlig boð skulu framvegis latast kommununi í afturlatnum brævbjálva saman við fylgiskjølum á geyma og váttan um fígging frá fíggingarstovni.
Tú kanst lesa meira um útboðið á síðu okkara um kommunalar útstykkingar.