Væleydnað vinnuforum í Kongshøll
Fleiri sera spennandi og áhugaverdir fyrilestrar vóru á Vinnuforum 2023 í Kongshøll í gjár, har undiryvirskriftin var Tórshavn sum vinnubýur.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin og aftaná vóru fleiri framløgur. Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar kommunu og Hugskotinum, har vinnan og kommunan fáa høvið at hittast.
Heðin Mortensen nevndi, at ‘Tórshavnar kommuna sum vinnubýur’ var evnið hesaferð á Vinnuforum. Hetta m.a. tí at kommunan er í holt við at orða ein vinnupolitikk, tí vinnan er sera umráðandi í Tórshavnar kommunu.
- Fyriskipararnir bjóða inn til ein spennandi seinnapart í Kongshøll, har fokus verður sett á vinnurekandi í kommununi. Fleiri koma við sínum íkasti til, hvussu vit skapa góðar og fjølbroyttar umstøður fyri vinnulívið og vinnulívsmenning í Tórshavnar kommunu.
- Vit fara at hoyra um handilslívið, um íverksetan, gransking, smá- og stórídnaða og Havnina sum maritiman tænastudepil. Vinnuforum er eitt tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.
- Vit gerast alsamt fleiri fólk og nýtslan økist. Kundin gerst meira og meira tilvitaður um týdningin av tí grøna valinum og setir hægri og hægri krøv til sporføri, og at vørur og tænastur skulu verða burðardyggar. Hetta høvdu vit fokus á til seinasta Vinnuforum.
- Vit hava eina stóra uppgávu at verja og varðveita okkara náttúru, soleiðis at komandi ættarlið eisini kunnu njóta hana og alt tað sum hon gevur okkum. Vinnulívið gongur tíbetur á odda - eisini í mun til grønu umleggingina í Føroyum. Føroyar og Havnin hava nógvar ótroyttar møguleikar í mun til skipaferðsluna í arktiska økinum, sum kemur at økjast komandi árini.
- Komandi árini verður neyðugt at menna nýggja skipstøkni og nýggjar orkuskipanir og at skipa grønar havnir við nýggjum orku- infrakervi. Fiskivinnan sum heild má leggja seg eftir at fáa ein klimaneutralan skipaflota, bæði í mun til fiskiskap og farmaflutning.
- Tørvur er á at hugsa nýtt og út um boksina. Tí er fyri mær ongin ivi um, at Tórshavnar kommuna eigur framhaldandi at stimbra íverksetaraumhvørvinum.
- Fortreytin fyri fjølbroyttum vinnulívi eru góðir karmar og at vinnurekandi kunnu menna og økja um sítt virksemi. Skal ein politisk leiðsla saman við eini kommunalari umsiting tryggja hesar karmar, so er eitt neyvt samskifti millum vinnu og kommunu neyðugt.
- Tað merkir, at kommunan í samráð við vinnuna veitir góðar atkomumøguleikar til handils- og vinnulív, hollar og skjótar málsviðgerðir, og at kommunan er viðspælari at birta undir kreativar og nýggjar vinnur.
- Vit hava tørv á hesum, tí sambært Hagstovuni er tað ein sannroynd, at tað - øvugt av tí vit ofta hoyra - eru fleiri í privatari vinnu enn í almennari vinnu í høvuðstaðarkommununi. Kommunan skal tí skapa neyðuga infrakervið til vinnuna og ikki minst pláss til fólkavøksturin. Vit stykkja út nýggj vinnuøki í løtuni.
- Vit halda okkum vera komin væl áleiðis og halda, at við tí framburði, sum liggur í kortunum, so fara vit innan alt ov langa tíð at klára at nøkta eftirspurningin. Tí orða vit nú eisini ein nýggjan vinnupolitikk. Endamálið er at geva vinnuni enn betri karmar at virka undir og at stuðla eini áhaldandi vinnulívsmenning í høvuðsstaðarkommununi.
- Royndir frá líknandi átøkum – eitt nú ferðavinnupolitikkinum – vísa, at politikkurin hevur verið eitt gott og neyðugt amboð hjá øllum, sum arbeiða við ferðavinnu. Arbeiðið við vinnupolitikkinum verður skipað eftir sama leisti. Høvuðsendamálið er at vit saman menna býin og bygdirnar, soleiðis at fólk trívast í allari kommununi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a., tá hann setti tiltakið í Kongshøll.















