Lurta
Tíðindi - 31. januar 2023

Væleydnaður borgarafundur í Skúlanum á Argjahamri

Í gjárkvøldið var borgarafundur í Skúlanum á Argjahamri, har ein av størstu bústaðarverkætlanum hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð varð løgd fram. Væl av fólki var møtt til borgarafundin.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri og greiddi frá, at í samgonguavtaluni fyri hetta valskeiðið er staðfest, at allir borgarar skulu kenna seg hoyrdar og virdar, tá kommunan tekur avgerðir, sum ávirka liviumstøður og gerandisdag teirra.

Tí skal samstarvast opið og breitt við virðing fyri og áliti á hvønn annan við gjøgnumskygni og rættartrygd fyri allar borgarar. Millum annað tí varð skipað fyri borgarafundi.

Tað vóru Birita Wardum, býararkitektur, og Fríður P. Dalsgarð, býarverkfrøðingur, sum løgdu fram verkætlanina, har pláss verður fyri áleið 190 búeindum, umframt pláss til bygging av stovnum og miðstaðarvirksemi. Samlaða byggibúningin verður liðug á sumri 2024.

---

Borgarstjórin greiddi frá, at fólkavøksturin er størst í høvuðsstaðnum, men at býarmenning ikki bert snýr seg um at byggja hús ella íbúðir – tí byrjaði kommunan í fjør við stóra trivnaðarøkinum og viðarlundini niðanfyri Argjahamar.

Býarmenning í hesum føri merkir eisini, at skúlin verður framtíðartryggjaður og at dagstovnurin verður útbygdur. Og samstundis verða bygdir fjølbroyttir bústaðir, bæði eigara- og leigubústaðir.

Borgarstjórin og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurdsson, nevndu eisini, at ein veruleiki, sum er eitt lítið umrøtt fyribrigdi er, at hóast stóran fólkavøkstur, so minka húskini. Færri búgva í hvørji eind. Og hetta merkir, at fleiri búeindir skulu útvegast.

Roynt hevur verið at skipa útstykkingina á Argjahamri út frá verandi grannalagi, sum er samansett við sethúsum og raðhúsum. Sostatt hevur tað verið ynskiligt, at komandi bygging í økinum fær nakað líknandi dám.

Her verður talan um blandaða bygging, har eitt øki er lagt av til handil/tænastuvirksemi, umframt 82 raðhús, av teimum kunnu 37 eisini innrættast við 2 íbúðum í hvørjum.

Harumframt er útstykkingin í sunnara endanum skipað við áleið 46 sethúsum, einum grundøki til bústovn framvið høvuðsvegnum, og einum øki til bygging av bygningi til miðstaðarendamál við áleið 22 íbúðum í ovaru hæddunum.

Farið verður síðan undir at selja tey byggibúnu økini. Soleiðis fáa keyparar góðan møguleika at fyrireika sínar verkætlanir, meðan økini verða gjørd byggibúgvin og vegirnir verða gjørdir lidnir.

Ætlanin er, at arbeiðið at byggibúna økið stendur liðugt á sumri næsta ár.

---

Væl av fólki var møtt til borgarafundin. Nógvar viðmerkingar og nógvir spurningar vóru eisini.

Tróndur Sigurdsson segði eftir fundin, at alt málið sum tað er, verður gjøgnumgingið einaferð aftrat, áðrenn útbjóðingin fer fram.

Tá verða eisini allar viðmerkingar tiknar til eftirtektar – serliga nevndi hann spurningar um tílíkt sum frílendi, torg og rúmd fyri smáídnaði í økinum.

Óluva Zachariassen var orðstýrari á borgarafundinum.