Val til staðbundnu nevndirnar 12. november

Sambært §37 í løgtingslóg nr. 87 kann kommunustýrið seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum. Valið fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja.
Á býráðsvalinum 12. november 2024 kunnu sostatt veljast tríggir limir í ávikavist:
Hvítanesnevnd Tórshavnar býráðs
Kaldbaksnevnd Tórshavnar býráðs
Kollafjarðarnevnd Tórshavnar býráðs
Kirkjubøar / Velbastaðarnevnd Tórshavnar býráðs
Hest / Koltursnevnd Tórshavnar býráðs
Nólsoyarnevnd Tórshavnar býráðs
Í atkvøðuøkinum ávikavist á Hvítanesi, í Kaldbak / Kaldbaksbotni, í Kollafirði, í Kirkjubø / Velbastað / Syðradali, í Hesti / Koltri og í Nólsoy hava borgarar valbæri og valrætt, sum standa á vallistanum til býráðsvalið.
Valevnislistarnir skulu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi á býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin 22. oktober 2024 kl. 18.
Ein av stillarunum skal handa valevnislistan og navnalista yvir stillararnar, og skulu bæði velevnislistin og navnalistin skilliga verða lýstur við navni, starvi, bústaði og føðingardegi.
Tíð og stað fyri valið verður kunngjørt seinni.