Lurta
Tíðindi - 20. mars 2024

Vegamótið Skúlavegur/Tórgarðsgøta stongt í páskavikuni

Í sambandi við montering av lampum niður í gonguteigar við Eysturskúlan, verður vegamótið Skúlavegur/Tórgarðsgøta stongt í páskavikuni frá mánadegnum 25. mars 2024 til og við mikudagin 27. mars 2024. 

Í hesum tíðarskeiðnum ber til at koyra frá Djóna í Geil gøtu til ovara part av Tórgarðsgøtu.

Leið 2 hjá Bussleiðini verður umløgd í nevnda tíðarskeiðnum frá mánamorgunin 25. mars til og við mikudagin 27. mars. Í hesum tíðarskeiði koyrir leið 2 hvørki eftir Jónas Broncks gøtu, Yviri við Strond, Tórgarðsgøtu ella Skúlagøtu. Koyrt verður ístaðin eftir R. C. Effersøesgøtu, Gripsvegnum, Stoffálág og víðari eftir ferðaætlanini.