Tíðindi - 16. desember 2025

Vegir stongdir 20. desember klokkan 14-18

Leygardagin 20. desember eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum frá klokkan 14 til klokkan 18 í sambandi við, at jólaskipið kemur til Havnar. Talan er um hesar vegir:

  • Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið
  • Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
  • Mylnugøta
  • Bryggjubakki til Bringsnagøtu
  • Undir Bryggjubakka
  • Vágsbotnur út til Skálatrøð