Tíðindi - 20. apríl 2026
Vegir stongdir á flaggdegnum 25. apríl

Flaggdagin 25. apríl 2026 eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn millum klokkan 12 og 17.30.
Talan er um hesar vegir:
- Parkeringsøkið frammanfyri ráðhúsið stongir klokkan 12
- Frá klokkan 14 er gongugøtan stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, og Áarvegurin er stongdur frá Vaglinum til Havnagøtu. Eisini eru Mylnugøta og niðasti partur av Tinghúsvegnum stongd
- Frá klokkan 15.30 til 17.30 er Áarvegur stongdur frá Vaglinum til Havnagøtu og víðari til rundkoyringina við Skansan. Vegurin Yviri við Strond er stongdur frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin
- Frá klokkan 14 til 17 eru Tórsgøta og Undir Bryggjubakka stongd, har Føroya Ellisakfør hava framsýning
