Tíðindi - 20. apríl 2026

Vegir stongdir á flaggdegnum 25. apríl kl. 11-17

Flaggdagur Skrúðgonga4 2021_web_RD

Á flaggdegnum 25. apríl byrjar flaggdagsrenningin klokkan 12 og ikki sum áður klokkan 16. Tað merkir, at vegir í miðbýnum longu eru stongdir frá klokkan 11. Allir vegir lata upp aftur klokkan 17.

Meðan flaggdagsrenningin fer fram, koyrir leið 2 ikki eftir Jónas Broncks gøtu, Yviri við Strond og Tórgarðsgøtu. Leiðin koyrir í staðin úr Steinatúni eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Stoffalág og víðari eftir ferðaætlanini.

Hesir vegir eru stongdir á flaggdegnum:

  • Frá klokkan 11 til 14 er Áarvegurin stongdur frá Vaglinum til Havnagøtu og víðari út til rundkoyringina við Skansan. Vegurin Yviri við Strond er stongdur frá rundkoyringini út til Hoyvíksvegin
  • Parkeringsplássið frammanfyri ráðhúsið er stongt frá klokkan 12
  • Frá klokkan 14 til 17 er gongugøtan stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið. Áarvegurin er somuleiðis stongdur frá Vaglinum oman til Havnagøtu. Eisini eru Mylnugøta og niðasti partur av Tinghúsvegnum stongd
  • Frá klokkan 14 til 17 eru Tórsgøta og Undir Bryggjubakka stongd, meðan Føroya Ellisakfør sýna fram