Lurta
Tíðindi - 23. apríl 2024

Vegir stongdir í miðbýnum á flaggdegnum 25. apríl

Flaggdagin 25. apríl 2024 steingja vit fleiri vegir í sambandi við flaggdagsrenning, framsýning av ellisakførum og hátíðarhald á Vaglinum:

Kl. 12 - Parkeringsøkið frammanfyri ráðhúsið stongir

Kl. 14 - Gongugøtan stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, og Áarvegurin er stongdur frá Vaglinum til Havnagøtu. Eisini eru Mylnugøta og niðasti partur av Tinghúsvegnum stongd.

Kl. 14 til 17 - Tórsgøta og Undir Bryggjubakka stongd í sambandi við framsýning av ellisakførum.

Kl. 15.30 til 17.30 - Áarvegurin stongdur frá Vaglinum til Havnagøtu og út til rundkoyringina við Skansan. Harumframt er vegurin Yviri við Strond stongdur frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin.