Tíðindi - 03. juni 2026
Vegir stongdir í sambandi við mentanarnátt 5. juni
Fríggjadagin 5. juni er mentanarnátt, og í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn.
Parkeringsøkið frammanfyri ráðhúsið er longu stongt frá klokkan 12.
Vegir stongdir klokkan 14-02:
- Tórsgøta frá Steinatúni oman til Vágsbotn
- Mylnugøta
- Sverrisgøta frá Tróndargøtu til Tinghúsvegin
- Magnus Heinarsonargøta
- Bryggjubakki frá Vágsbotni til Bringsnagøtu
- Vágsbotnur frá Bøgøtu
- Undir Bryggjubakka
- Áarvegur
- Koparvegur
- Niels Finsens gøta frá Steinatúni oman til Vaglið
Vegir stongdir klokkan 17-02:
- Bøgøta
- Tróndargøta til Jóannesar Paturssonar gøtu
- Doktara Jakobsens gøta
