Tíðindi - 20. juli 2026
Vegir stongdir í sambandi við Tórsfest

1 / 3
Í sambandi við fyrireikingar til Tórsfest, sum verður fríggjadagin 24. juli, verða fleiri vegir stongdir hesi tíðarskeið:
Mikudagin 22. juli klokkan 10 til fríggjamorgun 25. juli klokkan 9
- Vágsbotnur frá Bøgøtu til Tórsgøtu
- Undir Bryggjubakka
- Mylnugøta (verður einsrættað niðaneftir)
Fríggjamorgun 24. juli klokkan 9 til leygardagin 25. juli klokkan 13
- Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Sverrisgøta frá Magnus Heinarsonargøtu oman til Tórsgøtu
- Mylnugøta
- Bryggjubakki frá Vágsbotni til Bringsnagøtu
- Vágsbotnur frá Bøgøtu til Vaglið
- Undir Bryggjubakka
Parkeringsplássið í Vágsbotni verður stongt frá týskvøldinum 22. juli klokkan 18, og parkeringsplássið í Tórsgøtu verður stongt hósdagin 24. juli klokkan 12.
