Tíðindi - 29. apríl 2026

Vegir stongdir um vikuskiftið

4Mai24 84A1051

Nógv tiltøk eru í kommununi hetta vikuskiftið.

Fríggjadagin verður 1. maidagshald í Vágsbotni kl. 13.00. Og leygardagin 2. mai verður Plantið eitt træ á Vaglinum, og í Tórsgøtu verður Ein dagur á grynnuni.

Í sambandi við hesi tiltøk verða hesir vegir stongdir:

 

Fríggjadagin 1. mai:

Tórsgøta frá kl. 12.00 til leygarkvøldið 2. mai kl. 19.00.

Vágsbotn, undir Bryggjubakka, Bryggjubakki og Mylnugøta frá kl. 12.30 til 15.30.

Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið frá kl. 18.00 til leygardagin 2. mai kl. 17.00.

 

Leygardagin 2. mai:

Tórsgøta til kl. 19.00.

Vágsbotn, undir Bryggjubakka, Bryggjubakki og Mylnugøta frá kl. 8.00 til 19.00.

Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið til kl. 17.00.