Tíðindi - 07. februar 2025

Venjing og heilsugóð rørsla til borgarar við parkinsonsjúku

Mynd Til Heimasíðu

Hevur tú parkinson sjúkuna og hevur tú hug til at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, so hevur tú nú møguleikan fyri at luttaka á Parkinsonliðnum sum Terapideildin hjá  Heilsu- og umsorganartænastuni skipar fyri.

Tú skal vera fólkapensjónistur, hava fingið staðfest Parkinson sjúku og verða búsitandi í Tórshavnar kommunu. Her umframt skalt tú megna at ganga innandura uttan gonguhjálpartól. 

Venjingin fer fram í hølunum hjá FIMI og aftaná verður møguleiki fyri sosialari samveru og kaffi. 

Tað er serstakliga umráðandi fyri fólk við Parkinsonsjúkuni at halda seg virknan, tí rørsla kann:

·       Betra um ágóðan av heilivágnum

·       Fyribyrgja tunglyndi

·       Fyribyrgja hjartaæðrasjúku

·       Minka um kensluna av møði og vantandi orku

·       Stimbra um kognitiva førleikar sum td at hugsa, analysera og minnast.

·       Varðveita og menna javnvágin og gangi førleikan

·       Fyribyrgja og minka um vandan fyri dysfagi (svølgtrupulleikar)

 

Venjingarhættir:

Vit taka støði í LSVT BIG sum venjingarháttur, og sum er grundaður á rúgvismikla gransking innan Parkinson. Harumframt arbeiða vit eisini útfrá øðrum týðandi og væl grundaðum venjingarháttum.  Tá veðrið loyvir ti, venja vit uttandura.

 

Tíð og stað

Vit byrja 18. februar 2025. Vant verður tvær ferðir um vikuna. Týsdag og hósdag kl. 13-14 í FIMI í Gundadali.  Eitt skeið er 16 vikur og kostar tilsamans 836 kr

 

Hevur hetta tín áhuga, ert tú forvitin eftir at vita meira ella hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 302000 ella skriva okkum ein teldupost heilsuhusid@torshavn.fo

Terapideildin,  H&U tænastan í Tórshavnar kommunu