Lurta
Tíðindi - 27. januar 2023

Verkætlanarstuðul til grønan flutning leysur at søkja

Umhvørvisstuðul 2023 tíðindi - 900x450 px

Stuttflutt? Sjálvflutt? Bussflutt? Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu í ár snýr seg um flutning. Teir mongu bilarnar, teir nýggju bussarnar, stuttfluttar vørur, at flyta okkum við egnum mátti - á Umhvørvisvikuni fáa vit høvi at endurhugsa tað, vit vita og halda um flutning og umhvørvi.

Hvørt ár letur kommunan stuðul til umhvørvisverkætlanir innan sama evni, sum Umhvørvisvikan hevur. So í ár kunnu allar verkætlanir – ikki bara nýggjar – sum snúgva seg um at flyta fólk, mat, innbúgv, ja, flyta hvat sum helst á umhvørvisvinarligan hátt, søkja um tær 250.000 krónurnar, sum verða latnar.

Verkætlanirnar kunnu eitt nú vera skeið, tiltøk, upplýsandi tilfar ella annað, sum onkursvegna er til frama fyri burðardyggari og umhvørvisvinarligari flutning.

Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið. Fær kommunan ikki nóg nógvar umsóknir inn, ið halda seg innan valda evnið, loyvir kommunan sær at lata øðrum viðkomandi verkætlanum stuðul.


Ber til at fáa 125.000 til einstaka ætlan

Bæði einstaklingar, virkir, stovnar og feløg kunnu søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Treytin fyri at fáa stuðul er, at tú annaðhvørt býrt í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin gagnar umhvørvinum í kommununi.

Ein verkætlan kann í mesta lagi fáa helmingin av samlaða umhvørvisstuðlinum. Tað vil siga, at tú í mesta lagi kanst fáa játtað 125.000 krónur til tína verkætlan. Men tað ber væl til at søkja aftur, hóast tín verkætlan hevur fingið stuðul fyrr.


Freistin er 31. mars

Í fjør var evnið matoyðsl, og útvaldu verkætlanirnar snúðu seg millum annað um at gera sankutøð og at gera ein føroyskan matkalendara. Árið fyri fingu eitt nú endurnýtsluverkstovur á Dugna og ein herferð móti dálkandi sigarettstubbum burtur av umhvørvisstuðlinum.

Freistin at søkja um umhvørvisstuðul er 31. mars 2023, og avgerð um, hvør fær stuðul, verður kunngjørd á Umhvørvisvikuni, sum í ár er frá 6. til 13. mai.

Tú søkir um umhvørvisstuðul á Vanganum. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Les meira um umhvørvisstuðulin á temasíðu okkara, sum tú sært her:

Umhvørvisstuðul til burðardyggar verkætlanir 2023