Lurta
Tíðindi - 09. februar 2024

Viðgjørdu samstarvið millum áhuga- og frítíðarfelagsskapir í ríkinum

Í tveir dagar, týsdagin og mikudagin, hava umboð fyri stovnar, áhugafeløg og frítíðarfelagsskapir í teimum trimum londunum í Ríkisfelagsskapinum, Grønland, Danmark og Føroyar, verið á talgildari ráðstevnu.

Talan er um ráðstevnu um Nordplus Vaksin verkætlanina, ið hevur til endamáls at knýta tættari bond og menna samstarvið millum áhuga- og frítíðarfelagsskapir í Ríkisfelagsskapinum.

Yvirskriftin fyri ráðstevnuna hesaferð var “Foreningslivets samarbejde i Rigsfællesskabet” og var ráðstevnan skipað í tveimum pørtum.

Fyrri parturin sipar til yvirskriftina og snúði seg um samstarvið millum áhuga- og frítíðarfelagsskapir í Ríkisfelagsskapinum. Dentur var millum annað lagdur á, hvussu samstarvið kann styrkjast og mennast í framtíðini. 

Hin parturin snúði seg í stóran mun um sjálvan Ríkisfelagsskapin og tær avbjóðingar, sum eru í felagsskapinum.

Og júst Ríkisfelagsskapurin var eitt yvirskipað og afturvendandi evni á ráðstevnuni. Fleiri spennandi fyrilestrar tóku saman um støðuna og avbjóðingarnar í Ríkisfelagsskapinum.

Eitt nú helt Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi danskur diplomatur og NATO sendiharri fyrilestur undir heitinum “Kan Rigsfællesskabet opløses og samles igen frivilligt - og i så fald om hvad og hvilken form?”

Martin Breum, journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað nógv um Ríkisfelagsskapin og Arktiska økið, helt eisini fyrilestur um sama evni. Heitið á hansara fyrilestri var “Kan Rigsfællesskabet forandres for at bevares?

Og Ulrik Pram Gad, seniorgranskari á Dansk Institut for Internationale Studier, helt fyrilestur um hugtakið “Free associations”.

Millum fyrilestrahaldararnar tóktist breið semja at vera um, at rembingar eru í Ríkisfelagsskapinum, sum fer at broytast í komandi tíðum. Spurningurin er bara hvussu.

Nordplus verkætlanin

Tórshavnar Kvøldskúli er við í Nordplus Vaksin verkætlanini og hevur samskipandi leiklutin vegna Føroyar.

Nordplus Vaksin verkætlanin leggur dent á týdningin, sum áhugafeløg og felagsskapir  hava fyri samfelagið, lokalt og landanna millum. Eitt nú, tá um mentan, útbúgving, sosial viðurskifti og luttøku í felagslívi ræður.

Endamálið er at styrkja og menna kunnleikan og tilvitskuna um sosiala inklusjón, demokrati, samborgaraskap og fólkaræðisligar mannagongdir og burðardygga umhvørvismenning.

Verkætlanin byggir í stóran mun á tankarnar um fólkaupplýsing í breiðastu merking.

Frá vinstru, Hans Jørgen Vodsgaard, Interfolk og samskipari av Nordplus verkætlanini, Peter Nygaard, formaður fyri Nukaka og stjóri fyri Maniitsoq museum í Grønlandi, og Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla. Myndin varð tikin í sambandi við fund um Nordplus, sum varð hildin í Føroyum í juni í fjør.