Tíðindi - 21. juni 2023

Vit kanna vatngóðskuna til útisvimjing og dypping

Dipping upplivingar í náttúruni

Dámar tær at dyppa ella svimja á sjónum? Tórshavnar kommuna kannar vatngóðskuna í juni, juli og august í teimum økjunum, har fólk svimja og dyppa.

Vit máta tá innihaldið av skarnbakterium og sjónliga dálking í vatni og framvið sjóvarmálanum. Kanningarnar verða gjørdar aðruhvørja viku. Tú kanst fylgja við í støðuni á síðu okkara um vatngóðskukanningar.

Veitst tú um onnur pláss í Tórshavnar kommunu, har fólk regluliga dyppa ella svimja á sjónum, so frætta vit fegin frá tær. Skriva okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo við nærri frágreiðing um plássið og nýtsluna. Frægast er, at tú tekur mynd av plássinum og frámerkir plássið á korti. Minst til at viðmerkja »Vatngóðskukanning« í evnisteigin á teldupostinum.

Soleiðis er vatngóðskan til útisvimjing í løtuni