Tíðindi - 11. september 2025

Vitjan av Glasi

1G Á Vitjan

Fyrrapartin hósdagin hevði kommunan vitjan av einum flokki í 1.g á búskaparbreytini á Glasi.

Tey sóu býráðssalin, har borgarstjórin Elsa Berg og Mortan Simonsen, deildarleiðari á fíggjardeildini, eisini greiddu frá virkseminum hjá kommununi.

Elsa Berg fegnaðist um vitjanina og vónaði, at hon kundi vera við til at kveikja teirra áhuga fyri kommunalpolitikki og politikki sum heild.

Óli Jákup Jacobsen, undirvísari, segði, at tey fegin vildu vitja kommununa, tí tað er viðkomandi fyri búskaparbreytina, og tí kommunan ikki er ein stovnur, sum tey vanliga vitja.

Næmingar og undirvísarar nýttu eisini høvið at seta ymsar spurningar um kommununa á vitjanini, sum vardi ein góðan tíma.