Tíðindi - 16. februar 2022

Vóna at finna skjóta loysn um forskúlabørnini

Í dag vórðu 340 undirskriftir handaðar borgarstjóranum móti broyttu leiðreglunum fyri innskriving í skúla, sum hava við sær, at um 22 forskúlabørn verða flutt úr skúlanum, tey ganga í, í annan skúla, tá fyrsti flokkur byrjar.

Heitt verður á Tórshavnar kommunu um at finna eina virðiliga loysn, soleiðis at hesi børnini kunnu halda fram í fyrsta flokki saman við floksfeløgum sínum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti á, at málið varð tikið av skrá á seinasta býráðsfundi, tí ein nýggj tilráðing skuldi gerast.

- Síðan hava vit arbeitt av kraft fyri at finna eina loysn, soleiðis at børn sleppa at ganga í skúla og í forskúla, har tey ynskja. Vit vóna, at allar góðar kreftir samstarva um at finna eina virðiliga loysn, sum vit kunnu leggja fyri býráðið á næsta býráðsfundi 24. februar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.