Tíðindi - 04. november 2025

Vónbjørt Vang heiðrað

AURAMYNDIR 20251104 090633 Morgunmaturvónbjørtvang

Í morgun var lítið hátíðarhald á Býarbókasavninum í sambandi við, at býarbókavørðurin í Havn, Vónbjørt Vang, hevur vunnið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bar eisini Vónbjørt eina heilsan:

"Góða Vónbjørt

Sum kommuna eru vit ómetaliga fegin og errin um at hava ein bókasavnsstjóra, sum nú hevur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Tú er klaksvíkingur, og tú býr í Eysturoynni, men tá tú er stjóri á Býarbókasavinum og er í starvi hjá kommununi, so halda vit okkum eisini eiga eitt lítið petti av tær!

At vinna ein so stóran heiður krevur sjálvandi framúr góð skaldslig evni, men tað krevur so nógv meir enn tað. Tað krevur eisini eitt dirvi, sum tú í ríkt mát hevur víst við at geva “Svørt Orkidé” út.

Við at gera tað hevur tú givið tað innasta av tær sjálvari. Tann húðleysa erligheitin er við til at lyfta “Svørt Orkidé” upp á eitt heilt annað støði.

Nú hevur tú tína dagligu gongd á bókasavninum. Eitt bókasavn kann lata ein heilt nýggjan heim upp fyri fólki, men at lata seg sjálva upp og loyva øðrum inn í sín egna heim er ein heilt onnur søga – ein søga, sum tú hevur valt at fortelja, og vit kunnu øll vera fegin og takksom um, at tú hevur tað dirvið.

Í útvarpinum herfyri segði tú, at eitt bókasavn er sum eitt frírúm, har tú kanst leita tær vitan og skaldskap, uttan at nakar roynir at selja tær nakað.

Tú segði eisini, at í eini verð við sosialum miðlum og vitlíki er gongdin nú, at fólk eru farin at leita sær aftur til bókasøvnini.

Kanska eru fólk við at verða troytt av øllum tí handilsliga og ópersónliga, sum gongur fyri seg á netinum, og kanska eru tey farin at leita eftir onkrum við meira innihaldi – onkrum, sum gevur meining í hesi meldurtíðini vit liva í.

Jú, tøknin dominerar okkara gerandisdag sum ongantíð fyrr, og tøknin hevur eisini nógvar góðar eginleikar, ikki minst um vit duga at brúka hana rætt.

Men tann góða gamla bókin eigur eisini sítt pláss í hesum meldrinum.

Tað síggja vit ikki minst hesa ársins tíð, nú jólini nærkast, og hillarnar hjá bókasølunum verða fyltar við nýggjum føroyskum bókaútgávum.

Og nú er so tað hent, at ein av hesum føroysku bókaútgávunum hevur fingið heiðurin at vera tann besta í øllum Norðurlondum hetta árið.

Tað er stórt, og tað er nakað vit øll kunnu gleðast um.

Góða Vónbjørt.

Hjartaliga til lukku við hesum stóra heiðrinum og alt tað besta. Nú gleða vit okkum til ta næstu útgávuna!

Takk fyri."