Tíðindi - 24. august 2022

Yvirlit yvir útstykkingina á Argjahamri

Í greinini í gjár um sáttmálan millum Tórshavnar kommunu og MTH Føroyar í sambandi við vegagerð, planering, leiðings- og lendisarbeiði í sambandi við útstykkingina á Argjahamri, sum kann koma at umfata einar 180 búeindir, vantaði ein tekning.

Her er ein yvirlitstekning av útstykkingini, sum vísir á leið, hvussu grundøkini koma at liggja.

Útstykkingin kemur at umfata bæði raðhús, sethús og íbúðir, og mett verður, at talan verður um einar 180 búeindir. Men hvussu lutfallið akkurát verður, vita vit ikki fyrrenn seinni.