Lurta
Tíðindi - 29. mars 2021

Yvirtaka pakkhúsið hjá Faroe Ship á Eystaru bryggju

Síðani Tórshavnar havn lat pakkhúsið á Eystaru bryggju byggja í 1990, hevur Faroe Ship leigað pakkhúsið. Faroe Ship eigur ein part av pakkhúsinum, sum teir hava umbygt til frystigoymslu.

Upp gjøgnum árini, hevur Faroe Ship gjørt stórar íløgur í pakkhúsið, fyri at tað skuldi lúka krøvini til effektivan flutningshátt.

Nýggja havnarlagið á Eystaru bryggju verður væntandi tikið í brúk komandi heyst, og er ætlanin tí at Faroe Ship byggir nýtt pakkhús úti á Skansabryggjuni. Áðrenn Faroe Ship byggir nýtt pakkhús, má greiða fáast á viðurskiftunum í verandi pakkhúsi.

Aftan á samráðingar eru Tórshavnar havn og Faroe Ship samdir um, at eitt hóskandi endurgjald er slakar kr. 4.9 miljónir. Tilmælið frá havnameistaranum var at rinda hesa upphædd, upphæddin fellur til gjaldingar, tá Faroe Ship eru fluttir í nýggja pakkhúsið á Skansabryggjuni.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hóskvøldið.