Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Fjarhitaarbeiði er í gongd í Doktara Jakobsens gøtu. Gøtan verður opin aftur fyri ferðslu fríggjadagin 26. mai kl. 12.
Fjarhitaarbeiðið er tó framvegis í gerð, og tí mugu koyrandi vísa varsemi, tá koyrt verður framvið.
Grannskoðaði roknskaðurin fyri 2022 varð lagdur fyri býráðið í kvøld og einmælt góðkendur. Samlaðu inntøkurnar í 2022 vóru 1.239 mió.kr, sum er 71 mió.kr ella 6,1% hægri enn inntøkurnar árið fyri.
Á árliga fundinum, sum hesaferð varð hildin í Nuuk í Grønlandi, hevur grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn býtt út stuðul til sjey umsóknir frá føroyskum umsøkjarum.
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, undirskrivaðu í dag skeyti um at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti um at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum er Grái skúlabygningurin og lonirnar.
Vit skrúva fyri vatninum á Óðinshædd fríggjadagin 26. mai frá kl. 8-9 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.
Seinni fríggjadagin 26. mai skrúva vit somuleiðis fyri vatninum í Stiðjagøtu frá kl. 13-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.
Í gjár var lítið hátíðarhald á Havnarskrivstovuni, har fleiri høvdu starvsdagar og Jógvan Páll Jensen og John Ove Hansen fingu heiðurslønir fyri ávíkavist 30 og 40 ára tænastu.
Sunnudagin 28. mai er hvítusunnudagur, og tá er eingin koyring.
Annan hvítusunnudag, mánadagin 29. mai, koyra bussarnir eftir ferðaætlanini fyri sunnudag.
Skrúvað verður fyri vatninum frá Inni í Firði 55 til og við Frammi í Dal í Kollafirði hósdagin 25. mai frá kl. 9-15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.
Tað sleppur Tórshavnar býráð nú ikki at avgera, tí danska løgmálaráðið hevur heitt á allar kommunurnar í landinum at koma við uppskoti um staðseting. Hinvegin skal býráðið taka støðu til, hvar í Tórshavnar kommunu fongslið skal byggjast, um tað skal byggjast í Tórshavnar kommunu.
Tørvar tær dagstovnapláss í summarfrítíðini, tá dagstovnarnir annars eru stongdir, kanst tú fáa pláss á einum dagstovni, sum er opin í frítíðini. Hetta rópa vit fyri samanlagt virksemi.
Freistin at melda til samanlagt virksemi er 26. juni 2023.