Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 30. mars 2026
Húsareynstunnilin stongdur í kvøld kl. 22-6

Húsareynstunnilin verður stongdur frá í kvøld klokkan 22 til í morgin árini klokkan 6 í sambandi við rætting av feili á ljósum.

Tíðindi - 30. mars 2026
Ruskinnsavning og upplatingartíðir broyttar um páskirnar

Í sambandi við páskirnar eru broytingar í ruskinnsavningini og í upplatingartíðunum hjá Kommunalu Brennistøðini.

Tíðindi - 30. mars 2026
Útboð av grundøki til frítíðarhús í havnarlagnum í Hesti

Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum út eitt grundøki á umleið 1.900 m² í havnarlagnum í Hesti til bygging av frítíðarhúsum. Útbjóðingin er serliga ætlað arbeiðstakarum, byggifyritøkum og feløgum, ið ynskja at menna verkætlanina sum eina samlaða loysn. Freistin at lata inn tilboð er 15. mai 2026 klokkan 12.

Tíðindi - 25. mars 2026
Elna Debess 50 ár í valstýrinum í Kollafirði

Fólkatingsval var í gjár, og í valhølinum í Kollafirði var serligur hátíðardámur.

Tíðindi - 23. mars 2026
Veljarar á Sundi og Hvítanesi velja á ymiskum valstøðum 24. og 26. mars

Valstýrini minna við hesum á, at veljarar á Sundi og Hvítanesi skulu atkvøða í Høllini á Hálsi til fólkatingsvalið týsdagin 24. mars. Á løgtingsvalinum hósdagin 26. mars skulu teir hinvegin atkvøða í Hoyvíkshøllini.

Tíðindi - 23. mars 2026
Býarsavnið flytur inn í Gamla Hospital

Í dag undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og stýrið fyri sjálvsognarstovnin Gamla Hospital sáttmála um, at kommunan yvirtekur gamla hospitalsbygningin.

Tíðindi - 21. mars 2026
Nýskapan í Ferðavinnuni 2026

Seinnapartin í gjár varð skipað fyri áhugaverdum endatiltaki í sambandi við “Nýskapan í Ferðavinnuni” í hølunum hjá OY. Átta verkætlanir hava seinastu sjey vikurnar verið partur av íverksetaradíkjaranum - á enskum nevnt “startup accelerator programme”.

Tíðindi - 19. mars 2026
Heita á landsstýrið um ein 1. flokk afturat í Skt. Frans skúla

Tórshavnar býráð hevur í kvøld einmælt samtykt at senda landsstýrinum eina almenna áheitan um at fáa ein 1. flokk afturat í Sankta Frans skúla komandi skúlaár.

Tíðindi - 19. mars 2026
Koyrandi á Frælsinum aftur leygardagin 21. mars

Fjarhitaarbeiðið á Frælsinum verður liðugt 20. mars. Tað merkir, at tað aftur er koyrandi eftir Frælsinum frá leygardegnum 21. mars. Tá byrjar eisini bussleiðin aftur at koyra eftir Frælsinum.

Tíðindi - 19. mars 2026
Báturin hjá kvøldskúlanum flotaður

Mikudagin varð báturin, sum er smíðaður á Tórshavnar kvøldskúla, flotaður í Álakeri.