Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Vit skrúva fyri vatninum til Heiðaveg, Heiðastubba, Heiðaskákið og Dvørgastíg hósdagin 19. mars frá klokkan 10 til 12 í sambandi við endurnýggjan av vatnleiðingum.
Leygarkvøldið 28. mars kl. 20.30-21.30 er altjóða Earth Hour, og í tí sambandi sløkkir Tórshavnar Kommuna gøtuljósini í allari kommununi. Tórshavnar Kommuna hevur luttikið í Earth Hour síðan 2009, og eru tað fleiri og fleiri sum luttaka á hvørjum ári.
Mánadagin vóru fólk frá kommununi og Tórshavnar havn á vitjan í Hesti. Saman við fólki frá staðbundnu nevndini í Hesti varð gingið runt í bygdini og hugt eftir ymiskum viðurskiftum
Tvey hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto eru leys at søkja. Umsóknarfreistin er mánadagin 30. mars 2026 klokkan 12.
Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu til Vaglið sunnudagin 15. mars 2026 klokkan 14.30 til klokkan 16 í sambandi við grækarismessuhald. Mylnugøta er somuleiðis stongd.
Rennibreytin hevur leingi trongt til ábøtur, og nú byrjar arbeiðið at umvæla og uppstiga breytina.
Vit skrúva fyri vatninum til Berjabrekku mánadagin 16. mars 2026 frá klokkan 10 til 12 í sambandi við umvæling av vatnleiðing.
Ert tú í gongd við, ella fert tú undir eina filmsverkætlan, ber til at søkja Tórshavnar kommunu um stuðul til framleiðsluna. Tórshavnar býráð hevur sett eina millión krónur av til at stuðla filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu.