Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 26. februar 2026
Meira pengar til útstykking við Stórutjørn – og til fjarhita

Tórshavnar býráð hevur við fyrru viðgerð samtykt at eykajátta 32,6 mió. krónur til útstykkingina við Stórutjørn

Tíðindi - 24. februar 2026
Partur av Dalagøtu stongdur fram til 4. mars 2026

Dalagøta er stongd frá Heiðavegi til Kráarveg frá týsdegnum 24. februar fram til mikudagin 4. mars klokkan 16 í sambandi við grevstur.

Tíðindi - 24. februar 2026
Umhvørvisvikan 2026 – Saman um grønu framtíðina

2. til 9. mai 2026 bjóðar Tórshavnar kommuna øllum borgarum, felagsskapum og fyritøkum at taka lut í árligu umhvørvisvikuni.

Tíðindi - 24. februar 2026
Hvíldarheimið Naina 90 ár

Mánadagin hátíðarhelt hvíldarheimið Naina í Gundadali sín 90 ára føðingardag.

Tíðindi - 23. februar 2026
Framtíðar bústaðarmarknaðurin til umrøðu í Finsen

Ein langskygd ætlan fyri føroyska bústaðarmarknaðin og greiðir karmar fyri privat framtøk. Tað eru tvey av tilmælunum í nýggjari frágreiðing um føroyska bústaðarmarknaðin.

Tíðindi - 22. februar 2026
KFUM-skótarnir 85 ár

Fríggjadagin kundi skótalið KFUM’s í Havn hátíðarhalda, at tað eru 85 ár síðan, at skótaliðið, sum í dag eisini bara verður kallað grønu skótarnir, varð stovnað.

Tíðindi - 20. februar 2026
Tveir nýggir elbilar til Reinhaldið

Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið tveir nýggjar sonevndar feiibilar, og fyri fyrstu ferð er talan um elektriskar feiibilar.

Tíðindi - 19. februar 2026
Judith Holm Kjærbo 100 ár

Seinnapartin í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at Judith Holm Kjærbo rundaði tey 100 árini. Móttøka var á Boðanesheiminum í gjár, har Elsa Berg, borgarstjóri, var boðin við og helt røðu.

Tíðindi - 18. februar 2026
Høli til leigu í Sverrisgøtu

Hølini í Sverrisgøtu 7 verða við hesum lýst til leigu frá 1. mai 2026.

Tað verður mett, at hølini eru best hóskandi til handil og er møguleiki fyri lættari verkstaði saman við handilsvirkseminum.

Hølini eru ikki hóskandi til matstovuvirksemi.

Tíðindi - 17. februar 2026
Fjarhitaarbeiðið á Frælsinum verður liðugt 20. mars

Fjarhitaarbeiðið á Frælsinum hevur drigið út. Ætlanin er nú, at arbeiðið verður liðugt 20. mars, og at Frælsið er opið aftur fyri ferðslu tá.