Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Tórshavnar kommuna letur aftur í ár 250.000 kr. í umhvørvisstuðli til verkætlanir, sum vísa umsorgan fyri náttúru og umhvørvinum í kommununi.
Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu til Vaglið sunnudagin 15. mars 2026 klokkan 14.30 til klokkan 16 í sambandi við grækarismessuhald. Mylnugøta er somuleiðis stongd.
Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs samtykti á fundi 11. februar 2026 at broyta leiðreglurnar fyri snarstuðli (t.e. verkætlanarstuðul upp til 20.000 krónur) og taka umsóknarfreistina á seks vikur burtur. Kravið til umsóknir er nú einans, at tær skulu vera kommununi í hendi, áðrenn verkætlanin fer í gongd. Tað vil siga, at tað til dømis ber til at søkja dagin áðrenn eitt tiltak.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at leingja freistina at stilla upp til Tórshavnar Ungdómsráð við tveimum vikum. Nýggja freistin er týsdagin 24. februar. Ungdómsráðið er ein týdningarmikil partur av politiska arbeiðnum í Tórshavnar kommunu og skal vera við til at tryggja, at ung eru umboðað og verða hoyrd í málum, sum hava ávirkan á teirra lív og framtíð.
Lendis- og kirkjugarðstænastan er nýggjur rakstrarstovnur undir Býarskipanardeildini
Unn Dam hevur í dag fingið Kongens fortjenstmedalje og gullheiðurstekin frá Tórshavnar kommunu fyri trúgva tænastu í samfull 40 ár
Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina, sum stendur í Sloans garði framman fyri Sloans hús við Tinghúsvegin.
Fleiri vegir í miðbýnum eru stongdir 8. februar 2026 frá klokkan 17 til 18 í sambandi við tiltakið Huldulitt Súkklukoyring.