Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 10. januar 2024
Stuðulin til størri listaligar verkætlanir handaður í dag

Seinnapartin í dag fingu tríggjar stórar listaligar verkætlanir handaðan stuðul frá Tórshavnar kommuna.

Tórshavnar kommuna stuðlar teimum trimum listarligum verkætlanum við tilsamans góðari hálvari millión.

20 umsóknir komu inn um stuðul.

Tíðindi - 10. januar 2024
Tórshavnar kommuna lýsir eftir trivnaðarstjóra

Tórshavnar kommuna lýsir nú eftir trivnaðarstjóra. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi leiðslustarv við stórari ábyrgd.

Tíðindi - 10. januar 2024
Silja Strøm skal listprýða langhylin í Gundadali

Tað verður listakvinnan Silja Strøm, sum skal listprýða nýggja langhylin í Gundadali. Silja Strøm er úr Vestmanna. Hon er útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon býr í London, men arbeiðir nógv í Føroyum.

Tíðindi - 08. januar 2024
Niels Finsens gøta stongd 10. og 11. januar kl. 8-16

Í sambandi við at jólasmátturnar skulu heintast á Vaglinum, verður Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið mikudagin 10. januar og hósdagin 11. januar kl. 8-16.

Tíðindi - 08. januar 2024
Lat fýrverkið inn til Endurnýtsluna

Fýrverk er vandamikið burturkast og skal latast inn beinleiðis til Endurnýtsluna, har tað verður burturbeint fyri seg á skynsaman hátt. Fýrverk má hvørki blandast við vanliga húsarhaldsburturkastið heima við hús ella beinast burtur á Brennistøðini.

Tíðindi - 27. desember 2023
Søk um loyvi til at brenna nýggjársbál

Vilt tú brenna bál á nýggjárinum, skalt tú søkja Tórshavnar Sløkkilið um loyvi. Umsóknin skal vera Sløkkiliðnum í hendi í seinasta lagi 31. desember 2023 klokkan 12.

Tíðindi - 22. desember 2023
Havnin til reiðar til Oyggjaleikir 2027

Tórshavnar kommuna er til reiðar at taka ímóti Oyggjaleikunum, sum verða í Føroyum 2027. Kommunan hevur umstøður til at kalla allan ítrótt. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 

Tíðindi - 22. desember 2023
Upplatingartíðir hjá Endurnýtsluni um jólini

Endurnýtslan er stongd 25. og 26. desember 2023 og 1. januar 2024. Endurnýtslan er annars opin sum vanligt.

Tíðindi - 21. desember 2023
Eitt stórt stig inn í framtíðina - Sandoyartunnilin latin upp

Eitt risa fet fyri Sandoynna, - eitt skarvslop fyri allar Føroyar.

"Tí í dag gerast Føroyar størri nú fast samband er millum Sandoynna og Streymoynna.” Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað í røðu sínari, tá Sandoyartunnilin lat upp seinnapartin.

Tíðindi - 21. desember 2023
Hitt okkum á Jobmatch 29. desember

Kom og vitja básin hjá Tórshavnar kommunu á Jobmatch og fá tær eitt gott prát við ein kommunalan deildarleiðara. Bílegg tær eitt prát á heimasíðuni hjá Jobmatch ella støkk inn í bás okkara 29. desember kl. 12-18.