Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Eystara koyribreytin í R. C. Effersøes gøtu er stongd frá rundkoyringini við SMS niðan til Húsagøtu leygarkvøldið 24. januar klokkan 20-20.30 í sambandi við arbeiði.
Tinghúsvegurin er stongdur frá Nólsoyar Páls gøtu niðan til Sverrisgøtu mánamorgunin 26. januar klokkan 9 til 9.30 í sambandi við stoypiarbeiði.
Mikudagin var prógvhandan á Vinnuháskúlanum. Tilsamans 27 prógv vórðu handað.
Allar maskinur hjá kommununi eru í løtuni úti og salta. Tað tekur tíverri tíð at koma runt til allar gongubreytirnar, og verða gongufólk tí biðin um at ansa sær.
Tórshavnar kommuna hevur fingið loyvi til ein eyka 1. flokk á skúlanum á Fløtum skúlaárini 2026/27 og 2027/28, og ein eyka 1. flokk á skúlanum á Argjahamri skúlaárið 2027/28.
Nú ber til at tekna seg til lutakast um tvey lyklaklár raðhús, ið verða bygd á Argjum í næstum. Farið verður undir at byggja raðhúsini í januar 2026, og eftir ætlan eru raðhúsini klár í apríl 2027. Freistin at tekna seg til lutakastið er 2. februar 2026.
Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum í apríl mánaði, har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul. Freistin at søkja er fríggjadagin 6. mars 2026.
Eldraráðið, sum varð valt fyri jól, hevur nú skipað seg.