Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 27. desember 2023
Søk um loyvi til at brenna nýggjársbál

Vilt tú brenna bál á nýggjárinum, skalt tú søkja Tórshavnar Sløkkilið um loyvi. Umsóknin skal vera Sløkkiliðnum í hendi í seinasta lagi 31. desember 2023 klokkan 12.

Tíðindi - 22. desember 2023
Havnin til reiðar til Oyggjaleikir 2027

Tórshavnar kommuna er til reiðar at taka ímóti Oyggjaleikunum, sum verða í Føroyum 2027. Kommunan hevur umstøður til at kalla allan ítrótt. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 

Tíðindi - 22. desember 2023
Upplatingartíðir hjá Endurnýtsluni um jólini

Endurnýtslan er stongd 25. og 26. desember 2023 og 1. januar 2024. Endurnýtslan er annars opin sum vanligt.

Tíðindi - 21. desember 2023
Eitt stórt stig inn í framtíðina - Sandoyartunnilin latin upp

Eitt risa fet fyri Sandoynna, - eitt skarvslop fyri allar Føroyar.

"Tí í dag gerast Føroyar størri nú fast samband er millum Sandoynna og Streymoynna.” Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað í røðu sínari, tá Sandoyartunnilin lat upp seinnapartin.

Tíðindi - 21. desember 2023
Hitt okkum á Jobmatch 29. desember

Kom og vitja básin hjá Tórshavnar kommunu á Jobmatch og fá tær eitt gott prát við ein kommunalan deildarleiðara. Bílegg tær eitt prát á heimasíðuni hjá Jobmatch ella støkk inn í bás okkara 29. desember kl. 12-18.

Tíðindi - 21. desember 2023
Leið 5 gevst at koyra til Kirkjubøar til kl. 17 í dag

Vegna bilkaos á landsvegnum oman til Gomlu rætt, koyrir leið 5 ikki til Kirkjubøar frá nú av og til kl. 17. Leið 5 koyrir tó til Velbastaðar.

Tíðindi - 21. desember 2023
Fyrstu fetini gjøgnum Sandoyartunnilin

Fyrrapartin vórðu fyrstu fetini tikin gjøgnum Sandoyartunnilin, tá fólk súkklaðu, gingu og runnu gjøgnum Sandoyartunnilin.

Her er røðan, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt, áðrenn fólk fóru gjøgnum tunnilin.

Tíðindi - 20. desember 2023
Tórshavnar kommuna gjørt ætlanaravtalu um lendi til bústaðarbygging og trivnaðarøki í Kollafirði

Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera nýggja útstykking í Kollafirði til bústaðarbygging og trivnaðarøki.

Tíðindi - 20. desember 2023
Ovnurin á Brennistøðini á Hjalla sløktur

Ovnurin á Brennistøðini á Hjalla er í løtuni sløktur, tí ein oxygen fløska sprongdist í ovninum í gjárkvøldið.

Hetta hevur kortini onga ávirkan á ruskið hjá húsarhaldum, tí Endurnýtslan er opin, sum vanligt.

Fyritøkur og virki hava fingið áheitan at skilja rusk, eitt nú byggitilfar, í vátt og turt rusk. Síðani verður tað handfarið á Brennistøðini.

Tíðindi - 20. desember 2023
Soleiðis koyra bussarnir á jólum

Soleiðis koyra leið 1, 2 og 3 um jóla-og nýggjárshøgtíðina. Koyrt verður eina ferð um tíman, tað vil siga eftir sunnudagsferðaætlanini. Eingin koyring verður til bygdirnar.