Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 02. januar 2026
Tórshavnar kommuna vil hava breitt norðurlendskt samstarv – eisini við Keypmannahavn

Keypmannahavnar kommuna hevur vent sær til Tórshavnar kommunu við fyrispurningi um at gera eitt vinabýarsamstarv millum Tórshavn, Keypmannahavn og Nuuk.

Tíðindi - 30. desember 2025
Størsta Jobmatch higartil

Árliga Jobmatch stevnan er í dag í høllini við Tjarnir.

Tíðindi - 29. desember 2025
Svimjihøllin fingið nýggja heimasíðu

Svimjihøllin í Gundadali hevur fingið nýggja heimasíðu, har til ber at kunna seg um ymiskt viðvíkjandi svimjihøllini.

Tíðindi - 23. desember 2025
Upplatingartíðir um jólini

Frá 23. desember til 2. januar er Snarskivan stongd. Vit lata upp aftur fríggjadagin 2. januar.

Tíðindi - 22. desember 2025
Jens Christian Guttesen og Gudmund Mortensen heiðraðir

Gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs verður latið borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur. Tað var Elsa Berg, borgarstjóri, sum á samkomu seinasta mikudag handaði Jens Christiani og Gudmundi gullheiðurstekin.

Tíðindi - 21. desember 2025
Borgarstjórin hitti jólamenninar

Beint áðrenn jólaskipið kom inn á Havnina leygardagin, var borgarstjórin Elsa Berg og vitjaði umborð.

Tíðindi - 19. desember 2025
Borgarafundir í heimatænastuni er Ársins átak 2025

Á hvørjum ári verður Ársins átak innan heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu kosið

Tíðindi - 19. desember 2025
Grøni kalendarin fyri 2026 er komin

Grøni kalendarin fyri 2026 er komin. Í kalendaranum sært tú, hvørja viku títt grøna ílat verður tømt. Tú kanst taka grøna kalendaran niður í talgildari útgávu frá heimasíðuni hjá Kommunalu Brennistøðini. Ynskir tú grøna kalendaran í pappírsútgávu, kanst tú heinta kalendaran á Endurnýtsluni, í Snarskivuni ella í Visit Tórshavn.

Tíðindi - 19. desember 2025
Skrivað undir sáttmála um landstreym

Í gjár skrivaðu Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Kristoffur D. Joensen, stjóri í sp/f Install, undir sáttmála um veiting av landstreymsskipan til Vestaru bryggju í Havn.

Tíðindi - 18. desember 2025
Leigubústaðir í Dalabú

Tórshavnar kommuna og Bústaðir hava skipað almannagagnligt bústaðarfelag um leigubústaðir við Dalavegin, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.