Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 19. desember 2023
Tríggjar listaligar verkætlanir fáa stóran stuðul

Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár við nýggjum stuðulsmøguleika til størri listaligar verkætlanir. 550.000 kr. vóru tøkar til endamálið. Eftir tilmæli valdi Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs at stuðla trimum verkætlanum, ið saman umboða ein breiðan úrskurð av listagreinum og fría listaøkinum í høvuðsstaðnum.

Tíðindi - 18. desember 2023
Tórshavnar kommuna hevur í dag skrivað undir tvær avtalur um ferðavinnu

Í dag hevur Tórshavnar kommuna skrivað undir avrikssáttmála við Felagið Tórshavn og samstarvsavtalu við Visit Faroe Island og Visit Tórshavn.

Tíðindi - 18. desember 2023
Starvsdagar á Dagstovninum á Argjum

Hugnaløta var á Dagstovninum á Argjum fyrrapartin í samband við, at trý starvsfólk høvdu starvsdag.

Asta Thomsen hevði 20 ára starvsdag, og Ingun Olsen og Jonna Mellemgaard høvdu 25 ára starvsdag.

Tíðindi - 15. desember 2023
Tórshavnar kommuna og Sands kommuna hava gjørt avtalu um tilbúgving

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og borgarstjórin í Sands kommunu skrivaðu í dag undir samstarvsavtalu um tilbúgving.

Tíðindi - 15. desember 2023
Niels Finsens gøta stongd 17. desember kl. 13-17

Í sambandi við at jólamenn vitja miðbýin á súkklu og onnur tiltøk, verður Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið sunnudagin 17. desember frá kl. 13 til 17.

Tíðindi - 15. desember 2023
Skúlainnskrivingin latin upp

Innskrivingin til skúlaárið 2024/25 er tøk frá fríggjadegnum 15. desember 2023 klokkan 11 til mikudagin 17. januar 2024 klokkan 13.

Tíðindi - 15. desember 2023
Býráðsfundir í 2024

Tórshavnar býráð hevur ásett fundardagarnar fyri regluligu býráðsfundirnar í 2024. Býráðsfundirnir eru almennir og byrja klokkan 16. Fundirnir verða eisini stroymdir.

Tíðindi - 14. desember 2023
Betri umstøður í Høllini á Hálsi

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta pening, so ein skilaveggur, ið til ber at flyta, kann setast upp í Høllini á Hálsi.

Hetta fer at betra um viðurskiftini, tá fleiri tiltøk eru í senn í høllini.

Eisini skulu nýggj skiftingarrúm gerast í høllini.

Tíðindi - 14. desember 2023
Býráðsfundur í dag

Nú klokkan 16 er regluligur býráðsfundur í Tórshavnar býráð.

Á skránni eru millum annað avrikssáttmáli við Visit Tórshavn, og samstarvsavtala millum Tórshavnar kommunu, Visit Tórshavn og Visit Tórshavn.

Fundurin verður stroymdur.

Tíðindi - 13. desember 2023
Álit um endurvenjing handað

Í dag varð álit endurvenjing handað landsstýrisfólkum og Kommunufelagnum.

Ein arbeiðsbólkur varð í 2022 settur at kanna, hvørjar avbjóðingar eru á rehabiliteringsøkinum, og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast.