Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 18. desember 2025
Broyttar upplatingartíðir og ruskinnsavning um høgtíðina

Í sambandi við jólahøgtíðina og nýggjárið eru broytingar í upplatingartíðunum hjá endurnýtslunum. Ruskinnsavningin er harumframt forskotin í summum økjum.

Tíðindi - 17. desember 2025
Partur av Norðara Ringvegi stongdur 19. desember kl. 9-10-30

Norðara koyribreyt á Norðara Ringvegi er stongd frá rundkoyringini við Tórsbreyt til innkoyringina til Norðlandahúsið fríggjadagin 19. desember frá klokkan 9 til 10.30 í sambandi við, at rútur skal skiftast í Norðurlandahúsinum.

Tíðindi - 17. desember 2025
Jólaskipið vitjar leygardagin 20. desember

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá, at jólaskipið nú kemur inn á Vágsbotn leygardagin 20. desember klokkan 16.00. Umborð á jólaskipinum eru Julius og Rógvi við vinmonnum, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

Tíðindi - 17. desember 2025
Skrúva fyri vatninum á Suðurrás 18. desember kl. 10-12

Vit skrúva fyri vatninum til Suðurrás hósdagin 18. desember frá klokkan 10 til 12 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.

Tíðindi - 16. desember 2025
Vegir stongdir 20. desember klokkan 14-18

Leygardagin 20. desember eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum frá klokkan 14 til klokkan 18 í sambandi við, at jólaskipið kemur til Havnar.

Tíðindi - 16. desember 2025
Hátíðarhald hjá Tórshavnar havn

Fríggjadagin vóru Arnbjørn Kristiansen og Niels Kári Samuelsen heiðraðir fyri at hava verið í starvi hjá Tórshavnar havn í ávikavist 25 og 20 ár.

Tíðindi - 15. desember 2025
Her er úrslitið av eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu

Úrslitið av eldraráðsvalinum er nú greitt. Atkvøðugreiðslan endaði í dag klokkan 16. Av teimum 14 valevnunum, ið stillaðu upp, eru fimm limir og tríggir varalimir valdir í Eldraráðið.

Tíðindi - 15. desember 2025
Borgarstjórin vitjar dagstovnar

Seinastu tíðina hevur Elsa Berg, borgarstjóri, vitjað ymsar dagstovnar runt um í kommununi

Tíðindi - 13. desember 2025
Broyting hjá leið 7

Orsakað av nógvum vindi koyrir leið 7 ikki seinasta túrin til Velbastaðar og Kirkjubøar í dag.

Tíðindi - 12. desember 2025
Jólaskipsvitjanin útsett

Jólaskipið, ið skuldi leggja at í Vágsbotni seinnapartin í morgin, leygardagin 13. desember klokkan 16, er tíverri útsett fyri veður. Nærri kunning um, nær tiltakið verður, kemur seinni.