Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 13. desember 2023
Ellisheimið fekk heiðurin Ársins átak

Starvsfólk og búfólk á Ellisheiminum í Havn hava fingið heiðurin fyri ársins átak hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.

Tey fingu heiðurin fyri serstakan loppumarknað, ið tey skipaðu fyri í ár. Talan var um loppumarknað við gloymdum klæðum, sum hava hópað seg upp á Ellisheiminum gjøgnum árini.

Tórshavnar kommuna hevur síðani 2016 skipað fyri tiltakinum Ársins Átak í Heilsu - og umsorganartænastuni.

Tíðindi - 13. desember 2023
Móttøka fyri Havnar Svimjifelag

Móttøka var í gjár fyri Havnar Svimjifelagi, sum hevur havt eitt gott kappingarár. Felagið hevur vunnið tilsamans 16 gull í FM, 21 gull hjá juniorum eldru og 8 gull hjá juniorum yngru.

Tíðindi - 10. desember 2023
Tórsgøta stongd 12. desember kl. 10.30-11.30
Í sambandi við umvælingararbeiði uttanfyri Margarinfabrikkina, verður Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn týsdagin 12. desember frá kl. 10.30 til 11.30.
Tíðindi - 08. desember 2023
Sankta Frans Skúli 90 ár – ein varði í Varðagøtu

Í dag eru 90 ár liðin, síðani Sankta Frans Skúli varð tikin í nýtslu uppí í Varðagøtu. Nógv fólk var komið saman í skúlanum at hátíðarhalda dagin.

Tíðindi - 08. desember 2023
Vegir stongdir í sambandi við, at jólaskipið kemur til Havnar

Í sambandi við at jólaskipið kemur til Havnar leygardagin 9. desember, verða fleiri vegir stongdir fyri allari ferðslu frá kl. 14 til kl. 18.

Tíðindi - 07. desember 2023
Móttøka fyri heimsmeistaranum

Seinnapartin var móttøka á Ráðhúsinum, har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tók ímóti Halli Holm, sum herfyri gjørdist heimsmeistari í 24 tímarenning í aldursbólkinum 55+.

Tíðindi - 07. desember 2023
Nýggir eindarleiðarar á dagstovnaøkinum

Bjarni Beder og Anna Dalsgaard eru sett sum eindarleiðarar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.

Tey eru bæði útbúgvin námsfrøðingar. Bæði hava drúgvar royndir á dagstovnaøkinum.

Tey byrja í starvi 1.januar.

Tíðindi - 07. desember 2023
Ruskinnsavningin framvegis darvað av hálkuni

Aftur í dag hevur hálkan darvað ruskinnsavningini. Støðini, har burturkastið ikki er tikið í dag, noyðast at bíða til næstu ferð, ruskinnsavningin heintar burturkast í økinum.

Tíðindi - 06. desember 2023
Jóan Petur Hentze kommunustjóri í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta Jóan Petur Hentze í starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.

Jóan Petur Hentze byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. januar 2024.

Tíðindi - 06. desember 2023
Hálkan órógvar aftur ruskinnsavningina í dag

Aftur í dag hevur hálkan órógvað ruskinnsavningina. Støðini, har burturkastið ikki er tikið í dag, noyðast at bíða til næstu ferð, ruskinnsavningin heintar burturkast í økinum.