Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Tvey hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Bil eru leys at søkja. Umsóknarfreistin er hósdagin 23. juli 2026 klokkan 12.
Nú kanst tú lesa alt um ólavsøkuna. Á síðu okkara um ólavsøkuna kanst tú kunna teg um ólavsøkuskránna, finna sanghefti til midnáttarsangin, fáa yvirlit yvir ferðsluna og lesa um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.
Akfør, ið flyta fólk sum nýta rullistól, kunnu fáa loyvi at seta fólk av í Steinatúni á ólavsøku. Serflutningsakfarið má tó fráboðast kommununi áðrenn ólavsøku og vera eyðmerkt við skrásetingarnummari og kontaktpersóni.
Í dag var almen móttøka í sambandi við at AK-Sauna lat upp.
Týsdagin gjørdu Tórshavnar kommuna og Articon sáttmála um kloakkarbeiði við Sjósavnið á Argjum.
Ein partur av Sverrisgøtu, frá Niels Finsens gøtu oman til Tórsgøtu er stongt fyri ferðslu 7. juli frá klokkan 9 til 12.
Í Hoyvík er í løtuni ein royndarverkætlan í gongd, har flagið frá grevstrinum í sambandi við nýggja røktarheimið á Stórubrekku verður endurnýtt.
Sundsvegurin er stongdur beint eftir brúnna og yvir til Undir Brúnni fram til týsmorgunin 7. juli klokkan 7 í sambandi við viðlíkahaldi av vegnum. Í hesum tíðarskeiði koyrir leið 3 tí ikki hendan teinin. Leiðin koyrir í staðin niðan Millum Gilja at venda, oman aftur til Vegin Langa og síðan víðari eftir ferðaætlanini.