Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í dag kl 16 verður eykabýráðsfundur í Tórshavnar býráð. Eittans mál er á skránni, tað er útstykkingin omanfyri Argjahamar.
Málið snýr seg um at heimila umsitingini at gera sáttmála við MT Føroyar um íverkseting av útstykkingararbeiðnum og at játta pening til endamálið.
Almannaverkið og Tórshavnar kommuna hava gjørt avtalu um, at Almannaverkið leigar stóran part av skúlanum á Frúutrøð til at veita frítíðartilboð til børn við serligum tørvi.
2.-4. september 2022 skipar Reyði Krossur fyri familjulegu fyri fólk við tilflytarabakgrund. Á skránni verða áhugaverdar verkstovur, tónleikur, spøl og aktivitetir fyri børn og vaksin.
Vælkomin eru øll við tilflytarabakgrund í Føroyum, makar, børn og onnur avvarðandi teirra - bæði tey, sum nýliga eru komin til landið, og tey, ið hava búð her í longri tíð.
Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Loyvið er knýtt at bilstøðini BIL.
Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 12. august 2022.
Tórshavnar kommuna lýsti 3. mai 2022 matrikkul 1356 og 1355 við Villingadalsvegin, tilsamans umleið 22.000 m2, til sølu til lutaíbúðarbygging.
Freistirnar í útboðnum eru nú longdar.
Á ólavsøkuni í ár verður bæði middagssangur, midnáttarsangur og dansur. Eisini verður kappróður, skrúðgonga, framsýningar, spælibásar og alt tað, sum hoyrir ólavsøkuni til.
Á síðu okkara um ólavsøkuna kanst tú taka skránna niður á enskum og føroyskum. Gev gætur, at fleiri broytingar longu eru gjørdar í skránni, síðan ólavsøkufaldarin fór til prentingar. Vit mæla tískil til at fylgja við á okkara ólavsøkusíðu.
Endurnýtslan er stongd á ólavsøku og letur upp aftur leygardagin 30. juli 2022. Tá er hon opin frá kl. 12 til 17.
Hoyringsfreistin fyri uppskotið til nýggja serstaka byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku er longd frá 25. august 2022 til 25. september 2022.
Hetta kunnu ólavsøkugestir gleða seg til. Hetta er endin á Finsen oman móti Tróndargøtu. Stóra listarverkið hjá Heiðriki á Heygum verður liðugt til ólavsøku. Motivið er Ólavur Riddararós, í tí hann fær bikarið við eiturkorninum í. Heiðrikur á Heygum ger listarverkið fyri Tórshavnar kommunu.