Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Tórshavnar býráð hevur ásett fundardagarnar fyri regluligu býráðsfundirnar í 2024. Býráðsfundirnir eru almennir og byrja klokkan 16. Fundirnir verða eisini stroymdir.
Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta pening, so ein skilaveggur, ið til ber at flyta, kann setast upp í Høllini á Hálsi.
Hetta fer at betra um viðurskiftini, tá fleiri tiltøk eru í senn í høllini.
Eisini skulu nýggj skiftingarrúm gerast í høllini.
Nú klokkan 16 er regluligur býráðsfundur í Tórshavnar býráð.
Á skránni eru millum annað avrikssáttmáli við Visit Tórshavn, og samstarvsavtala millum Tórshavnar kommunu, Visit Tórshavn og Visit Tórshavn.
Fundurin verður stroymdur.
Í dag varð álit endurvenjing handað landsstýrisfólkum og Kommunufelagnum.
Ein arbeiðsbólkur varð í 2022 settur at kanna, hvørjar avbjóðingar eru á rehabiliteringsøkinum, og hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast.
Starvsfólk og búfólk á Ellisheiminum í Havn hava fingið heiðurin fyri ársins átak hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.
Tey fingu heiðurin fyri serstakan loppumarknað, ið tey skipaðu fyri í ár. Talan var um loppumarknað við gloymdum klæðum, sum hava hópað seg upp á Ellisheiminum gjøgnum árini.
Tórshavnar kommuna hevur síðani 2016 skipað fyri tiltakinum Ársins Átak í Heilsu - og umsorganartænastuni.
Móttøka var í gjár fyri Havnar Svimjifelagi, sum hevur havt eitt gott kappingarár. Felagið hevur vunnið tilsamans 16 gull í FM, 21 gull hjá juniorum eldru og 8 gull hjá juniorum yngru.
Í dag eru 90 ár liðin, síðani Sankta Frans Skúli varð tikin í nýtslu uppí í Varðagøtu. Nógv fólk var komið saman í skúlanum at hátíðarhalda dagin.