Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 21. november 2025
Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2026

Á býráðsfundi 20. november 2025 samtykti Tórshavnar býráð broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskoti til felags leist hjá Kommunufelagnum fyri 2026.

Tíðindi - 21. november 2025
Nýggir limir valdir í felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið

Nýggir limir vórðu valdir í felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu 19. november 2025. Í ráðnum sita nú Svanna í Gong, Rannvá B. Sólsker, Filip J. Eliasen og Elin A. Brimnes.

Tíðindi - 21. november 2025
Gongugøtan og parkeringsøkið á Vaglinum stongd jólamánaðin

Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið frá 24. november 2025 klokkan 8 til fríggjadagin 6. januar 2026 klokkan 16, meðan jólabýur er á gongugøtuni. Eisini parkeringsøkið frammanfyri ráðhúsið er stongt.

Tíðindi - 20. november 2025
Fara at skipa tilboð til fólk við serligum demensi

Tórshavnar býráð hevur samtykt at játta 2,6 mió. krónur til at skipa serligt bútilboð til fólk við FTD (frontallap-demens) ella FTD-atburði

Tíðindi - 20. november 2025
Tórsgøta stongd 21. november frá klokkan 10 til 11

Í sambandi við arbeiðið, verður Tórsgøta stongd frá Steinatún oman til Vágsbotn, fríggjadagin 21. november frá klokkan 10 til 11.

Tíðindi - 20. november 2025
Borgarstjórin vitjan úr Hetlandi

Týsdagin var ráðhúsið karmur um vitjan úr Hetlandi, tá ið Hannah Mary Goodlad, limur í skotska tjóðskaparflokkinum SNP og valevni til skotska parlamentsvalið, hitti Elsu Berg, borgarstjóra.

Tíðindi - 19. november 2025
Húsareynstunnilin stongdur 19. til 20. november kl. 22-6

Húsareynstunnilin er stongdur frá mikukvøldinum 19. november klokkan 22 til hósmorgunin 20. november klokkan 6 í sambandi við fresing av rumlustrípum.

Tíðindi - 19. november 2025
Ókeypis at hava børn á stovni í desember

Foreldur við børnum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu fáa ein fíggjarligan lætta í jólamánaðinum

Tíðindi - 17. november 2025
Áarvegur stongdur 18. november í sambandi við arbeiði

Áarvegurin er stongdur frá Vaglinum oman til Kopargøtu týsdagin 18. november frá klokkan 8.30 til 12.30 í sambandi við arbeiði á Hotel Hafnia.

Tíðindi - 17. november 2025
Margarinfabrikkin 30 ár

Leygardagin var hátíðarhald á Margarinfabrikkini, sum nú hevur virkað sum barna- og ungdómshús í 30 ár