Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 01. desember 2023
Fráfaringarløta og starvsdagur

Seinnapartin í gjár var hugnaløta í Býlingshúsinum á Norðasta Horni. Malan Houman, námsfrøðingur, hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 25 ár, og fer samstundis frá.

Tíðindi - 30. november 2023
Jólaborðhald í Dansifrøði

Væleydnað jólaborðhald var í Dansifrøði í dag fyri fólk, ið búgva á ellisheimum í Tórshavnar kommunu. Góður matur og gott lag var á fólki. Starvsfólkini høvdu gjørt nógv burtur úr at hugna um. Heðin Mortensen, borgarstjóri, var boðin við at siga nøkur orð.

Tíðindi - 30. november 2023
Fráfaringarløta fyri Hera

Fráfaringarløta var í gjár fyri Hera Thorsteinsson, sum nú fer frá fyri aldur. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og starvsfelagarnir hjá Hera Thorsteinsson vóru savnaðir saman til ein kaffimunn og prát, nú Heri fer frá.

Tíðindi - 29. november 2023
Fleiri básar við tíðaravmarkingini 2 tímar á Skálatrøð

Parkeringsøkið á Skálatrøð við tíðaravmarkingini 2 tímar (9-18) yrkadagar er nú víðkað við 10 básum úr 24 til 34 básar.

Tíðindi - 29. november 2023
Jólahugni í Badmintonhøllini

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini skipaði í gjár fyri jólahugna. Á skránni var millum annað Luciagongd og køkukapping. Foreldraráðið var dómari og valdi vakrastu køkuna og stuttligastu køkuna. Heðin Mortensen, borgarstjóri, varð boðin við, og skuldi avdúka hvør, ið hevði vunnið.

Tíðindi - 28. november 2023
Skrúva fyri vatninum í Nólsoy 29. november kl. 10-12

Í sambandi við viðlíkahaldsarbeiði á reinsiverkinum í Nólsoy, skrúva vit fyri vatninum í Nólsoy mikudagin 29. november 2023 frá klokkan 10 til 12.

Tíðindi - 28. november 2023
Skrúva fyri vatninum í Djóna í Geil gøtu og síðugøtum 29. november kl. 10-12

Í sambandi við umvæling av vatnleiðing skrúva vit fyri vatninum í Djóna í Geil gøtu, við síðugøtum, oman til Bókbindaragøtu, mikudagin 29. november 2023 frá klokkan 10 til 12.

Tíðindi - 28. november 2023
Almenn móttøka í læknahúsinum í Berjabrekku fríggjadagin 1. desember

Í samband við, at Læknahúsið í Berjabrekku er nýumvælt, verður skipað fyri almennari móttøku í hølunum í Berjabrekku 1 fríggjadagin 1. desember 2023 frá kl. 14 til 16. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Tíðindi - 27. november 2023
Lív aftur á Kondittarínum í Havn

Ljós og lív er nú aftur á gamla Kondittarínum í Havn. Tað eru Durita Thomsen og Rebekka á Fjallinum, sum havið latið upp handil við føroyskari framleiðslu. Talan er um klæðir, ið tær sjálvar sniðgeva og framleiða.

Tíðindi - 27. november 2023
Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2024

Á býráðsfundi 23. november 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum.