Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 27. november 2023
Jólatræið í Hesti tendrað

Seinnapartin í gjár varð jólatræið í Hesti tendrað. Fitt av fólki var komið saman til hugnaligu løtuna.

Tíðindi - 25. november 2023
Jólatræið tendrað

Seinnapartin varð jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað. Nógv fólk vóru savnaði saman til hugnaligu løtuna

Tíðindi - 23. november 2023
Íløgur í framtíðina

Íløgur í framtíðina er yvirskriftin fyri hesa fíggjarætlanina. Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir aðru viðgerð av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024. Við íløgum byggja vit bygd og bý, og tryggja vøkstur í Tórshavnar kommunu. Men vit átaka okkum eisini ábyrgdina sum høvuðsstaður, og við íløgum byggja vit eisini land, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.

Tíðindi - 23. november 2023
Tórshavnar býráð samtykt fíggjarætlanina fyri 2024.

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2024 varð endaliga samtykt á býráðsfundi í kvøld.

Tíðindi - 23. november 2023
Tórsgøta stongd 27. november kl. 8-16 í sambandi við arbeiði

Í sambandi við umvælingararbeiði uttanfyri Posthúskjallaran í Tórsgøtu 8, verður Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn mánadagin 27. november frá kl. 8 til 16.

Tíðindi - 22. november 2023
Lutakast um 14 grundstykkir á Velbastað

Tórshavnar kommuna arbeiðir við einari ætlan um stykkja út 14 grundstykkir á Velbastað. Verkætlanin er tó ikki endaliga samtykt í býráðnum enn, tí kommunan ynskir fyrst at kanna, um áhugin fyri grundstykkjum á Velbastað er til staðar. Freistin at tekna seg til lutakastið og harvið vísa, at tú ert áhugað í at seta búgv á Velbastað, er mikudagin 20. desember 2023.

Tíðindi - 22. november 2023
Lego League luttakarar vitjaðu borgarstjóran

Bólkurin Reyðar tomatir, sum vann silvur í føroyska partinum av kappingini First LEGO League, var og vitjaði á Ráðhúsinum í Havn í gjár.

Tíðindi - 21. november 2023
Jólatræið sett upp á tinghúsvøllinum

Í gjár varð jólatræið sett upp á tinghúsvøllinum. Tað verður tendrað leygardagin. Samstundis verður liðugt pyntað og jólabýurin á Vaglinum er við at verða klárur at taka ímóti fólki. Myndirnar tók Ólavur Frederiksen í gjár seinnapartin.

Tíðindi - 20. november 2023
Niels Finsens gøta stongd 24. november kl. 8-12 í sambandi við uppsetan av jólatræ

Í sambandi við at jólatræið verður uppsett og pyntað, verður Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið fríggjadagin 24. november frá kl. 8 til 12.

Tíðindi - 20. november 2023
Hevur Dennis Holm gloymt hestsfólk?

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu kann eg als ikki góðtaka, at landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Dennis Holm, letur hestsfólk sigla egnan sjógv. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.