Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 17. oktober 2025
Havnin millum tey 30 fremstu ferðamálini á GDS Indexinum

Tórshavn hevur í 2025 útgávuni av Global Destination Sustainability Index (GDS-Index) flutt seg frá einum 35. plássi til eitt 30. pláss. GDS-Indexið fevnir um fleiri enn 100 ferðamál úr øllum heiminum og er ein leiðandi altjóða máting av burðardygd innan ferðavinnu.

Tíðindi - 16. oktober 2025
Vegarbeiði á Rossagøtu á Argjum frá 16. til 31. oktober

Í sambandi við vegarbeiði á Rossagøtu á Argjum, verða broytingar á leið 1 í tíðarskeiðnum 16. til 31. oktober.

Tíðindi - 16. oktober 2025
Skrúva fyri vatninum á ovara parti av Jónas Broncks gøtu 17. oktober kl. 10-12

Vegna vatnleiðingsarbeiði verður skrúvað fyri vatninum til ovara part av Jónas Broncks gøtu við síðugøtum fríggjadagin 17. oktober frá klokkan 10 til 12.

Tíðindi - 15. oktober 2025
Vegarbeiði Við Sjógv í Kollafirði

Í sambandi við vegarbeiði er ferðslan tarna í millum handilin CAJ og Kirkjuna í Kollafirði, frá landsvegnum og inn til bygdarvegin, frá 15. til 17. oktober 2025.

Tíðindi - 14. oktober 2025
Drekkivatnið dálkað í Kirkjubø

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Kirkjubø í dag. Vit mæla til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður.

Tíðindi - 13. oktober 2025
Útbjóðing av barrvirkseminum í Reinsarínum og Perluni

Mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu bjóðar út leigumálið at reka barrina í Reinsarínum og Perluni í Havn. Freistin at bjóða er mánadagin 3. november 2025 klokkan 12.

Tíðindi - 13. oktober 2025
Vinnuforum 2025

Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.

Tíðindi - 10. oktober 2025
Niels Finsens gøta stongd 13. oktober kl. 11.30-16

Niels Finsens gøta er stongd frá Steinatúni niðan til Kongagøtu mánadagin 13. oktober frá klokkan 11.30 til 16 í sambandi við umvælingararbeiði.

Tíðindi - 10. oktober 2025
Áarvegur stongdur 14. oktober kl. 9-14

Áarvegur er stongdur frá Vaglinum oman til Kopargøtu týsdagin 14. oktober frá klokkan 9-14 í sambandi við, at elementir skulu lyftast uppá Hotel Hafnia.

Tíðindi - 10. oktober 2025
Ferðsluavmarkingar á Frælsinum frá 13. oktober til 10. november

Eingin ferðsla er loyvd Á Frælsinum frá Eirargarði til Suðurrás frá mánadegnum 13. oktober klokkan 8 til mánadagin 10. november klokkan 8. Strekkið er stongt í sambandi við fjarhitaarbeiði. Meðan arbeiðið fer fram í økinum, koyrir bussleið 1 ikki eftir Frælsinum, men eftir J. C. Svabos gøtu og Fríðriks Petersens gøtu.