Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Viðlíkahaldið av Havnarvegnum, ið hevur verið í gongd síðan 29. juni, er framlongt til fríggjadagin 3. juli klokkan 7. Tá er aftur koyrandi eftir Havnarvegnum.
Ein partur av Billugøtu, framvið Gamla Skúla niðan til Argjaveg, er stongdur fram til 24. juli 2026 í sambandi við eitt arbeiði.
Sólorkurikna tvíkiljan, Energy Observer, hevur seinastu dagarnar ligið við bryggju í Havn. Umhvørvisvinarliga tvíkiljan hevur einki CO2 útlát og er í løtuni á rannsóknarferð kring heimin.
Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið mikudagin 1. juli frá klokkan 15 til 18 í sambandi við tiltak.
Fimm fittir dreingir úr Dagstovninum við Velbastaðvegin løgdu fyrr í mánaðinum leiðina framvið ráðhúsinum og handaðu Elsu Berg, borgarstjóra, eitt skriv við einum stórum ynski – graslíki á vøllin.
Fyrrapartin hósdagin vitjaði norska sendikvinnan í Danmark, Tone Allers, Tórshavnar kommunu.
Rynkeby-súkklararnir hava súkklað síðsta teinin í Føroyum, áðrenn leiðin gongur móti vakra og hugtakandi býnum – París. Hóskvøldið hevði Tórshavnar kommuna móttøku fyri súkklarum og hjálparfólki hjá Team Rynkeby.
Vit gera viðlíkahald av Havnarvegnum 29. juni til 2. juli 2026. Í hesum sambandi er Havnarvegurin stongdur frá sunnaru innkoyringini við Tjarnir til innkoyringarnar við Dánjalstrøð og Kerjagøtu frá mánadegnum 29. juni klokkan 9 til hósdagin 2. juli klokkan 7.