Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Í hesi vikuni, tað er viku 30, verður húsarhaldsburturkast bert heintað mánadag, týsdag og mikudag.
Burturkast, sum eigur at verða heintað ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, verður heintað 4. og 5. august.
Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann í morgun avdúkaði eitt minnismerki av einum gøtusópara, sum er ein gáva til býin frá Havnar Arbeiðarafelag.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, upplýsir, at hann hevur tikið stig til beinanvegin at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni. Standmyndin skal eftir ætlan standa uppi til kvinnudagin komandi ár.
Kl. 11 í morgun verður eitt minnismerkið avdúkað við inngongdina til ráðhúskjallaran út móti Vaglinum. Talan er um eina stálkonstruktión, sum vísir ein gøtusópara við kusti.
Stóra modellið av Tinganesi, Reyni og øðrum pørtum av gomlu Havnini, sum Birgar Johannesen bygdi, verður sýnt fram í Snarskivuni nú á ólavsøku og eina tíð frameftir.
- Vit royna nú nakrar býarskipanarligar leistir í verki, ið koma at verða leiðbeinandi fyri, hvørji langsiktað inntriv verða mett at gagna økinum sum eitt alment býarrúm til trivnað og uppihald, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann alment lat nýggja býarrúmi í Vágsbotni upp í morgun.
Fyri at fyribyrgja, at granulat hvørvur av vøllunum í Tórshavnar kommunu, hevur kommunan sett bustir og ristir upp við inngongdina til vøllirnar, soleiðis at leikarar lættliga kunnu busta granulatið av og tøma gaggur og skógvar, áðrenn teir fara av vøllinum.
Í hesum døgum verða fleiri vegir forseglaðir í miðstaðarøkinum.
Tá kommunan forseglar vegir, verður eitt nýtt bindilag lagt í vegin, og síðan verður fínur sandur stroyddur omaná. Hesin sandurin fer sum frá líður niður í bindilagið.
Gev tó gætur, at tá turt er í veðrinum, støvar hesin sandurin nógv í eitt stutt tíðarskeið, til sandurin hevur sett seg. Vit heita tí á bilførarar um at vísa hesum ans, tá teir koyra eftir nýliga forseglaðum vegi.
Í sambandi við forsegling av verandi asfaltlag, verður J.C. Svabos gøta, frá Landavegnum til Landsbókasavnið, stongd fyri allari ferðslu frá hóskvøldinum 21. juli kl. 18 til fríggjamorgunin 22. juli kl. 6.
Meðan arbeiðið verður gjørt, koyrir leið 2 eftir Frælsinum, Jóannesar Paturssonar gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.