Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 12. september 2025
Tríggjar starvsfólkaheiðranir hjá barnatannrøktini

Fríggjadagin vórðu trý starvsfólk heiðraði fyri drúgva og trúgva tænastu hjá barna- og ungdómstannrøktini

Tíðindi - 11. september 2025
Vitjan av Glasi

Fyrrapartin hósdagin hevði kommunan vitjan av einum flokki í 1.g á búskaparbreytini á Glasi

Tíðindi - 10. september 2025
Aftur herverk í Grasagarði

Enn eina ferð er herverk framt í Grasagarði í miðbýnum

Tíðindi - 10. september 2025
Komandi vikurnar verður hosufóðrað ymsa staðni í Havn

Komandi tríggjar vikurnar verður hosufóðrað ymsa staðni runt í Havnini, á R. C. Effersøes gøtu, J. Paturssonar gøtu, Tjarnarlág, Fútalág, Tjarnardeild, Stoffalág, Traðabrekku, Gripsvegur, Skrivaragøtu, Krosslíð, Torfinsgøtu og Egholmstrøð.

Tíðindi - 08. september 2025
Hoyvíkar skúli vann fiskikappingina

Árliga fiskikappingin millum 6. flokkar við Westward Ho er nú av, og vinnarin bleiv 6. b. í Hoyvíkar skúla, sum fekk 121 fiskar

Tíðindi - 06. september 2025
Drekkivatnið reint aftur í Nólsoy

Bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy hósdagin 4. september. Mælt var til at kóka vatnið haðani. Royndir tiknar fríggjadagin 5. september vístu, at vatnið var reint aftur í Nólsoy.

Tíðindi - 05. september 2025
Ælabogabreytin hvørvur: SEV fer at grava í Gundadali

Tórshavnar kommuna hevur givið SEV graviloyvi til at gera eitt leiðingsarbeiði í Gundadali. Tað merkir millum annað, at ælabogabreytin hvørvur

Tíðindi - 05. september 2025
Frá 8. til 26. september er íbindingarvegurin oman til Hotel Føroyar stongdur fyri ferðslu

Mánamorgunin 8. september til fríggjadagin 26. september verður íbindingarvegurin frá Oyggjarvegnum og oman til Hotel Føroyar stongdur fyri ferðslu. Koyring til Hotel Føroyar í hesum tíðarskeiðinum verður eftir nýggja innkomuvegnum frá rundkoyringini í Marknagili.

Tíðindi - 03. september 2025
Ferðsluavmarkingar á Frælsinum frá 4. september til 10. oktober

Í sambandi við fjarhitaarbeiði á Frælsinum verður eingin ferðsla loyvd úr J. C. Svabos gøtu eftir Frælsinum niðan til Eirargarð frá hósdegnum 4. september klokkan 8 til fríggjadagin 10. oktober klokkan 16. Meðan arbeiðið fer fram, koyrir leið 1 ikki eftir Frælsinum, men eftir J. C. Svabos gøtu, Fríðriks Petersens gøtu og víðari eftir ferðaætlanini.

Tíðindi - 03. september 2025
Rætting

Tá Tórshavnar kommuna í dag legði út uppskot um broyting í serstøku byggisamtyktini fyri Tinganes og gomlu Havnina til almenna hoyring, hendi eitt mistak. Av misgáum var byggisamtyktin ikki rættað innihaldsliga heilt sambært býráðssamtyktini frá 18. juni 2025. Uppskotið til byggisamtykt við rætta tekstinum verður lagt á heimasíðuna til hoyringar av nýggjum í morgin.