Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Summi trø á almennu økjunum í Tórshavnar kommunu eru rotin innan og eru sostatt í vanda fyri at støkka av ella koppa. Kommunan er tí farin undir at taka vandamiklu trøini burtur. Tað kann tykjast sum stór inntriv, tá ið vit taka stór trø burtur úr býarmyndini, tó kunnu vit ugga okkum við og fegnast um, at onnur og fleiri trø verða gróðursett í staðin.
Nógv fólk vóru savnað í góðveðrinum á Vaglinum í gjár til grækarismessuhald og skrúðgonguna hjá skótunum.
Fleiri tóku orðið, tá ið Tórshavnar kommuna hóskvøldið hevði borgarafund um nýggja umhvørvispolitikkin, sum er í gerð.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt ein talgildan pall, har borgarar kunnu siga sína hugsan um umhvørvispolitikk
Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár við stuðulsmøguleika til film. Endamálið við stuðlinum er at menna filmsvinnuna í kommununi og at viðvirka til, at filmsvinnan verður ein enn meira týðandi vinnugrein.
1 mió. kr. vóru tøkar til endamálið. Eftir tilmæli valdi vinnunevndin at stuðla átta filmsverkætlanum.
Avtala er gjørd um, at kommunan yvirtekur stovnin frá 1. Mars 2025 og bindur seg til at gera ymsar umvælingar, sum partarnir eru samdir um. Eisini er avtalað, at starvsfólkini halda fram.
- Latið okkum stríðast fyri, at vit sum samfelag læra og mennast, rúma og geva rúm til allar kvinnur.
Seinnapartin í gjár varð skipað fyri áhugaverdum endatiltaki í sambandi við “Nýskapan í Ferðavinnuni” í Müllers Pakkhúsi. Átta verkætlanir hava seinastu sjey vikurnar verið partur av íverksetaradíkjaranum, sum Visit Tórshavn, Hugskotið og Visit Faroe Islands hava fyriskipað. Elsa Berg, borgarstjóri, setti móttøkuna.
Endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, marknaðarføring og menning av vinnuferðavinnu. Har til hoyrir m.a. at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag í kommununi, at kunna um tiltøk, og sum heild, at menna ferðavinnuna í Tórshavnar Kommunu á burðardyggan hátt.
Tórshavnar kommuna er í ferð við at gera nýggjan umhvørvispolitikk, og í hesum sambandi verður borgarafundur í Perluni hóskvøldið 13. mars klokkan 19. Endamálið við fundinum er at hoyra, hvat borgararnir í Tórshavnar kommunu halda vera týdningarmikið at fáa við í ein umhvørvispolitikk.