Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 25. juni 2026
Kunnandi borgarafundur 1. juli um íbúðarverkætlan við Sundsvegin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. apríl 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matrikkul 1458a í Havn, ið snýr seg um at skipa íbúðarbygging í trimum hæddum við atliti at fríøkjum. Kommunan bjóðar í hesum sambandi øllum áhugaðum til framløgu um íbúðarverkætlanina. Framløgan verður í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, mikudagin 1. juli klokkan 17.

Tíðindi - 25. juni 2026
Lutakast um tvey grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði

Nú ber til at tekna seg til lutakast um tvey grundstykkir í Hamrabøi í Kollafirði, ið eru latin inn aftur til Tórshavnar kommunu. Freistin at tekna seg til lutakastið er 21. juli 2026.

Tíðindi - 25. juni 2026
Tórsgøta stongd í kvøld kl. 18.30 til 21

Tórsgøta er stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn hóskvøldið 25. juni frá klokkan 18.30 til 21 í sambandi við, at Rynkeby vitjar.

Tíðindi - 25. juni 2026
Taka vatnið í Kaldbak 26. juni kl. 13-15

Vit skrúva fyri vatninum í Kaldbak í morgin, fríggjadagin 26. juni, í sambandi við, at vit skifta UV-rør. Vatnið verður tikið frá klokkan 13 til 15.

Tíðindi - 24. juni 2026
Vágsbotnur stongdur 24. juni kl. 14 til 25. juni kl. 18

Vágsbotnur er stongdur frá Tórsgøtu yvir til Skálatrøð/Bøgøtu frá mikudegnum 24. juni klokkan 14 til hósdagin 25. juni klokkan 18 í sambandi við fyrireiking av Voxbotn 2026.

Tíðindi - 24. juni 2026
29 fingu prógv frá Vinnuháskúlanum

Á hugnaligari samkomu í dag fingu 29 næmingar prógv á Vinnuháskúlanum.

Tíðindi - 23. juni 2026
Bussleiðin gevst at koyra klokkan 20 mikukvøldið 24. juni

Mikukvøldið 24. juni klokkan 20 steingja vit Bøkjarabrekku og Fríðriks Petersens gøtu í sambandi við asfaltering, og tí gevst bussleiðin at koyra klokkan 20.

Tíðindi - 23. juni 2026
Summarsólstøður í Sandagerði

Mánakvøldið var árliga tiltakið Summarsólstøður hildið í Sandagerði.

Tíðindi - 23. juni 2026
Taka vatnið í Kirkjubø og á Velbastað 24. juni

Vit skrúva fyri vatninum í Kirkjubø frá klokkan 10 til 12 og á Velbastað frá klokkan 13 til 15 mikudagin 24. juni. Vatnið verður tikið í sambandi við, at vit skifta UV rør.

Tíðindi - 22. juni 2026
Ferðsluavmarkingar í Bøkjarabrekku 23. og 24. juni

Ferðslan í Bøkjarabrekku verður tarnað av vegarbeiði týskvøldið 23. juni frá klokkan 18 til 23. Frá klokkan 23 til 6 er vegurin stongdur. Mikukvøldið 24. juni er strekkið somuleiðis stongt frá klokkan 23-6.