Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 07. mars 2023
Nú fær Sankta Frans nýggjan skúla

Nú byrjar byggingin av hádeildini hjá Sankta Frans skúla. Í dag varð arbeiðstøkusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og HVT undirskrivaður, og nú er alt klárt til at byggja nýggja hádeild til Sankta Frans skúla. HVT vann útboðið, og sáttmálaupphæddin er kr. 28,5 mió.

Tíðindi - 07. mars 2023
55% av burturkastinum eru matleivdir

Úrslit frá eini ruskskiljing, sum SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar hava gjørt, vísa, at lutfallið millum eindirnar er øðrvísi enn tað, ið væntað var at síggja út frá dátum úr øðrum londum. Samanborið við útlendskar dátur er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, og nøgdin av pappi og pappíri er eisini lægri. Nógv størsta eindin er matleivdir, svarandi til 55%, sum er meira enn í grannalondunum.

Tíðindi - 06. mars 2023
Niels Olsen undirvíst í harmonikuspæli í 40 ár

Í samfull 40 ár hevur Niels Olsen undirvíst í harmonikuspæli á Tórshavnar Kvøldskúla. Fyri avrikið og trúgva tænastu varð Niels Olsen fríggjadagin heiðraður við heiðurstekini frá Tórshavnar Kommunu.

Tíðindi - 06. mars 2023
Kvøldskúlin hevur stóran týdning fyri kommununa

Tilboðini hjá Kvøldskúlanum hava ríkað um býin og kommununa, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu í sambandi við árliga starvsfólkadagin á Kvøldskúlanum.

Tíðindi - 06. mars 2023
Skrúva fyri vatninum á Velbastað í dag frá kl. 13-15

Skrúvað verður fyri vatninum Norðuri á Heyggi, Úti á Heyggi og Á Stórheyggi á Velbastað í dag, 6. mars 2023, frá kl. 13 til kl. 15 í sambandi við vatnleiðingsarbeiði.

Tíðindi - 03. mars 2023
Brellbitar og boblur í Broncks

Seinnapartin byrjaði endabresturin í sambandi við tiltakið “Nýskapan í ferðavinnuni”. Hugskotið og Visit Tórshavn hava síðani 2019 skipað fyri hesum átaki, sum seinastu árini hevur stimbrað menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni.

Tíðindi - 03. mars 2023
Melda barnið til samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar áðrenn 17. mars 2023

Ert tú foreldur at barni í forskúla, 1. ella 2. flokki, og hava tit tørv á frítíðarskúlaplássi í páskafrítíðini, 3. til 5. apríl 2023, ber nú til at melda til samanlagt virksemi.

Í Tórshavnar kommunu leggja frítíðarskúlarnir virksemið saman í frítíðini, soleiðis at minst ein frítíðarskúli er opin.

Tíðindi - 02. mars 2023
Broytingar á leið 4 fríggjadagin 3. mars

Í sambandi við asfaltarbeiði í Áargeil fríggjadagin 3. mars kl. 9-15 koyrir leið 4 ikki inn eftir Gundadalsvegnum, men í staðin niðan á Háls til Sundsvegin og víðari eftir ferðaætlanini.

Inn- og útkoyringin í Áargeil er stongd fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum.

Tíðindi - 02. mars 2023
Heildarætlan fyri dagstovnaøkið

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði herfyri Akseli V. Johannesen, løgmanni, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, á fund um tørvin á eini heildarætlan fyri dagstovnaøkið.

Tíðindi - 01. mars 2023
Arnes Minde eitur nú Kirkjustovan

Hálvan apríl í 2024 skal alt vera liðugt. Borgarstjórin var ein av døgunum á rundferð í húsinum. Sambært kirkjuráðnum fara tey at fylgja upprunaligu ætlanunum við húsunum, men tey fara at leggja dent á at vera ein aktivur partur, tá mentanarlig tiltøk eru í økinum.