Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 22. januar 2025
Skráset tín oljutanga og tak hann úr nýtslu rættstundis

Skráset tín oljutanga og tak hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal. Sum grundeigari og tryggingartakari eigur tú alla ábyrgdina fyri, at oljutangin lýkur lógarásetingarnar. Eru viðurskiftini ikki í lagi, kann tað hava við sær kostnaðarmikla umhvørvisdálking og upprudding. Les her, hvussu tú tryggjar tær, at viðurskiftini eru í lagi á tínum matrikkli.

Tíðindi - 22. januar 2025
48 tímar filmskappingin 2025 – ein sannur fagnaður

Við fullsettum sali og spentum áskoðarum hepnaðist árliga filmskappingin hjá Klippfiski avbæra væl, tá ið filmarnir frá filmskappingini vórðu sýndir sunnukvøldið 19. januar. 80 eldhugaðir filmskaparar úr 27 bólkum kring alt landið teknaðu seg, og úrslitið var eitt ótrúliga gott og fjølbroytt filmsupplivilsi.

Tíðindi - 09. januar 2025
Val av limum og tiltakslimum

Á býráðsfundi í gjár vórðu limir og tiltakslimir til føstu nevndirnar valdir.

Tíðindi - 07. januar 2025
Tórshavnar kommuna - ein rúmlig kommuna

Nýggi meirilutin í Tórshavnar býráð hevur lagt samstarvsavtaluna 2025-2028 fram.

Tíðindi - 06. januar 2025
Samstarvsavtalan løgd fram

Nýggi býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu bjóðar til tíðindafund í morgin.  

Tíðindi - 12. desember 2024
Skatepark í Gundadali til viðgerðar

Býráðið skal í dag taka støðu til, um skate- og parkourpark skal gerast. 

Tíðindi - 03. desember 2024
Ólógligir oljutangar

Frá 1. januar 2025 verða ávísir oljutangar ólógligir sambært kunngerð.

Um tú hevur ein av hesum oljutangum, men av eini ella aðrari orsøk ikki fær hetta uppá pláss innan ásettu freistina í kunngerðini, so ber til at fáa freistina longda.

Tíðindi - 29. november 2024
Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2025

Á býráðsfundi 28. november 2024 samtykti Tórshavnar býráð broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum.

Tíðindi - 22. november 2024
Undirskrivað sáttmála um høvuðsumvæling av køkinum á Lágargarði

Á býráðsfundi tann 24. oktober varð einmælt samtykt at geva umsitingini heimild at gera sáttmálar við ÁTS, Frost og Leif Mohr, eftir at tilboðið hevði verið boðið út í trimum pørtum.

Tíðindi - 14. november 2024
Nývalda býráðið hevur skipað seg

Seinnapartin í dag var eyka býráðsfundur. Á skránni var nevndarval, val av borgarstjóra og 1. og 2. varaborgarstjóra. Elsa Berg varð vald sum borgarstjóri, Heðin Mortensen varð valdur 1. varaborgarstjóri og Tróndur Sigurðsson 2. varaborgarstjóri.