Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Frá leygardegnum 16. november 2024 eru nýggir prísir og nýggjar upplatingartíðir galdandi fyri svimjing og fyri nýtslu av nýggja vælveruøkinum í Svimjihøllini í Gundadali. Aldursmark er eisini ásett fyri nýtslu av vælveruøkinum.
Í gjárkvøldið var fínteljingin av kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu liðug. Fínteljingin hevði bert smáar flytingar við sær og broytti tískil ikki úrslitið frá valkvøldinum.
Skalt tú velja í Høllini á Hálsi, ert tú ein av umleið 10.000 veljarum. Tað er tí skilagott, at tú fyrireikar teg uppá, hvat fyri valborð tú skalt fara til, tá tú kemur í Høllina. Les her, hvussu tú finnur títt borð.
Týsdagin 12. november 2024 er val til allar kommunur í Føroyum. Sama dag er skúlastýrisval og val til staðbundnar nevndir í Tórshavnar kommunu. Vilt tú vita, hvønn tú kanst velja, hvussu tú velur ella hvat fyri valstað, tú hoyrir til? Á kunningarsíðu okkara um kommunuvalið hava vit savnað alt, tær tørvar at vita fyri at velja.
Tórshavn hevur í 2024 Global Destination Sustainability Index (GDS-Index) flutt seg frá plássi 28 til pláss 35. GDS-Indexið fevnir um fleiri enn 100 ferðamál úr øllum heiminum.
Í sambandi við at nýggi langhylurin letur upp týsdagin 5. november 2024, verður ókeypis atgongd til allar hentleikarnar í Svimjihøllini í Gundadali, eisini nýggja vælveruøkið. Ókeypis tilboðið er galdandi frá týsdegnum 5. november til fríggjadagin 15. november.
Seinnapartin í gjár vórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 handaðar í Müllers Pakkhúsi.
Hósdagin 24. oktober samtykti býráðið at játta samlaðu fíggingina av byggingini av nýggja frítíðarskúlanum í Kollafirði. Í gjár var sjøtul settur á hetta arbeiðið, tá gamla vatnverkið varð tikið niður.