Tíðindi
- Vel øki
- Á Hjalla
- Argir
- Hestur
- Hoyvík
- Hvítanes
- Kaldbak
- Kaldbaksbotnur
- Kirkjubøur
- Kollafjørður
- Koltur
- Nólsoy
- Norðradalur
- Oyrareingir
- Signabøur
- Sund
- Syðradalur
- Tórshavn
- Velbastaður
- Vel evni
- Burturkast
- Bústaður
- Býarmenning
- Bygging
- Dagstovnur
- Drekkivatn
- Heilsa
- Mentan og frítíð
- Náttúra og umhvørvi
- Politikkur
- Skúli og frítíðarskúli
- Vegir og ferðsla
- Vinna
Tórshavnar kommuna hevur samtykt og almannakunngjørt Spillivatnsætlanina 2023, sum lýsir núverandi spillivatnsskipanina og framtíðarætlanir fyri at tryggja heilsu, umhvørvi og tilfeingisnýtslu.
Mánadagin 28. oktober verður hátíðarhald í Gundadali í sambandi við, at nýggi Langhylurin er liðugur. Tiltakið byrjar klokkan 16, og á skránni er m.a. tónleikur og røður. Eisini bjóðar kommunan ein drekkamunn.
Hósdagin 31. oktober kl. 17:00 verða virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 handaðar í Müllers Pakkhúsi.
Sambært §37 í løgtingslóg nr. 87 kann kommunustýrið seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum. Valið fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja.
Til býráðsvalið 12. november 2024 í Tórshavnar kommunu eru vallistarnir til øll atkvøðustøðini í kommununi frammi til alment eftirlit í Snarskivuni frá 15. til 29. oktober 2024.
Hon tekur við starvinum tann 18. november
Í longri tíð hava tað verið avbjóðingar við parkeringsviðurskiftunum við AB-vøllin. Til dystir og onnur tiltøk hava nógv stilla sínar bilar á gongu- ella vegbreytina, við tí avleiðing at ivi hevur verið um ferðslutrygdina og møguleikan hjá neyðsendaraakførum at sleppa framvið.
Tórshavnar kommuna lýsir við hesum fýra økir omanfyri Argjahamar til privatar arbeiðstakarar at menna. Talan er um tvey øki til raðhúsabygging, eitt til íbúðarbygging og eitt til miðstaðarbygging. Ávikavist øki 1, øki 5.2, øki 6.0 og øki 6.1 á kortinum.
Í hesum døgum er ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart Havn.
Hetta er størsta og týdningarmesta sølustevna fyri tey trý londini Føroyar, Ísland og Grønland. Ferðavinnustevnan verður hildin uppá skift í teimum trimum londunum, annað hvørt ár í Íslandi og fjórða hvørt í ávíkavist Føroyum og Grønlandi. Stevnan í ár er tann størsta higartil í Føroyum við yvir 400 luttakarum.
Tá standmyndin av Andreu Árting varð avdúkað sunnudagin, helt Edward Fuglø, listamaður, sum hevur gjørt standmyndina, eisini røðu.
Í røðuni greiddi listamaðurin frá um standmyndina og symbolini í henni. Hann greiddi frá um tær sjey greinarnar í trænum. Eisini segði listamaðurin, at standmyndin fagnar fyrst og fremst Andreu Árting, men at standmyndin eisini fagnar føroyskum konum, sum heild.
Her her er brot úr røðuni, ið Edward Fuglø, listamaður, helt: